Mugu hava spískar albógvar og gott tol

Tað hevur ikki verið lukkan hjá smábygdum og og útoyggjum, at leggja saman við størri kommunum, og nú siga tey, at tað er neyðugt at tey taka valdið aftur

Svínoy er ein útoyggj, sum hevur lagt saman við eini størri kommunu, Klaksvík, men um tað akkurát er Svínoy tey meina við, er óvist, Myndina tók Ingi Sørensen

Smábygdir, og útoyggjar, sum hava lagt saman við størri kommunum, føla seg ikki væl viðfarin. Tær halda nevniliga ikki, at samanleggingin hevur verið til nakran fyrimun fyri tey - tvørtur ímóti.

 

Tað er niðustøðan, nú útoyggjablaðið, Glóðin, hevur tosað við fólk úr fleiri smábygdum, og avfleiri útoyggjum, sum hava lagt saman við størri kommunur. Tey eru nevniliga komin til ta úrslit, at tað verður neyðugt hjá smábygdunum at taka valdið aftur á sínum egnu viðurskiftum.

 

Tey, sum Glóðin hevur tosað við, eru úr Svínoy, Kalsoy, Mykinesi og Hesti og niðurstøðan hjá teimum er, at kommunusamanlegging hevur ikki styrkt útoyggjarnar á tí sosiala og trivnaðarliga økinum, men heldur øvugt.

 

Fleiri fýlast á, at kommunurnar ikki vilja gjalda fyri ábøtur og íløgur úr kommunukassanum, men søkja heldur um pengar úr grunninum til menning av útoyggj, ístaðin fyri at tann grunnurin fer til at stuðla privatum tiltøkum í sambandi við íverkseting og trivnað.

 

– Støðan er nógv broytt, men ikki til tað betra. Tað er nógv longri til tann ella tey, sum taka avgerðirnar og skal okkurt smávegis gerast, er vegurin sera langur. Ein má eisini hava bæði albogar og tol, tí oftast spyrst onki burturúr, og málið hvørvur í stóra potti.

 

Einki er sjálvsagt longur, tí nú skulu sjálvt tey smáu málini tann langa vegin inn í kommununa. Hetta eru mál, ið fyrr vórðu avgreidd í bygdartúninum, siga tey við Glóðina. Tey liggja afturat, at tað er alt ov langt ímillum bygdina og umsitingina hjá kommuni og tað ger, at bygdarfólkið verður passivt, og bygdin doyr.

 

Tey siga, at tann størsti trupulleikin er, at nú er tað ikki longur neyðugt hjá bygdarfólkinum at tosa saman. Fyrr noyddust tey at savnast at fyriskipa tað, sum skuldi henda, alt frá at rudda, gera spæliplássið og seta jólatræið upp, men nú sita tey, hvør í sínum lagi, og bíða, til onkur í kommununi kemur at gera hetta.

 

Nógva staðni eru staðbundnar nevndinr, men tær eru bara til pynt. Tey greiða frá eini staðbundnari nevnd, sum setti sær fyri at hava trý mál á skránni í einari býráðssetu. Umaftur og umaftur løgdu tey hesi trý málini fram. Beint upp undir tá ið kommunuval skuldi verða aftur, eydnaðist tað at fáa eitt av málunum avgreitt – og tað var at seta ein gelendara upp í eini trappu.

 

– Tað følist sum um kommunan ikki tekur okkum fyri fult, og eigaraskapurin til bygdina er um at hvørva. Vit hava onga rødd, siga tey við Glóðina. Tað siga, at tað er so galið, at fáa ikki so frægt sum at vita, nær jólatræið í bygdini verður tendrað, tí tað fáa tey fáa kunning um í útvarpinum.

 

Svínoy er ein útoyggj, sum hevur lagt saman við eini størri kommunu, Klaksvík, men um tað akkurát er Svínoy tey meina við, er óvist, Myndina tók Ingi Sørensen