So komu boðini frá landsstýriskvinnuni í kommunumálum um, at Vestmanna og Kvívík saman við Havnini skulu halda seg innan fyri somu eind.
Hetta er eisini nakað, sum borgarstjórin áður hevur heilsað vælkomið, men Bogi Andreasen, sum er varaborgarstjóri í Tórshavnar kommunu, rópar nú varskóð.
- Áðrenn nakað meiri hendir við samanlegging av kommunum, mugu vit taka tað upp til politiska viðgerð í býráðnum. Nú er tíð til, at borgarin verður hoyrdur í spurninginum, og vit kommunalpolitikarar mugu stinga fingurin í jørðina, sigur Bogi Andreasen.
Hann sigur bart út, at hann er ikki fyri fleiri samanleggingum áðrenn kannað er, hvørjar avleiðingarnar verða.
- Vit mugu gera okkum greitt, at ein samanlegging við so fjartliggjandi bygdir, fer at kosta pengar. Ikki minst bussleiðin, men skúlar, barnagarðar, skúlatannlæknar, bara fyri at nevna nøkur øki, alt verður ein útreiðsla fyri borgaran aftrat, sigur Bogi Andreasen.
Hann vísir á, at Tórshavnar kommuna longu framman undan er dýrasta kommunan í landinum at búgva í.
- Húsaprísirnir í Havn eru nógv teir hægstu í landinum, og áðrenn vit fara at leggja nýggjar útreiðslur á kommununa, áttu vit at hugsa um verandi borgarar við til dømis at lækka skattaprosentið, sigur Bogi Andreasen.
Ikki positivur
Varaborgarstjórin sigur, at eingin politisk viðgerð hevur verið í býráðnum um nýggjastu ætlanirnar um samanlegging við Vestmanna og Kvívík, og ein slík er neyðug, áðrenn meiri hendir í tí málinum.
- Eg sigi beint út, at eg eri ikki positivt innstillaður fyri einari samanlegging við Vestmanna og Kvívík. Í hvussu er ikki, fyrr enn málið er kannað og vit kenna avleiðingarnar av einari samanlegging, sigur Bogi Andreasen.
Hann sigur, at tað sum er standa stórar íløgu fyri framman hjá Tórshavnar kommunu, og at tað tí ikki er rætt at taka størri byrðar á seg við at leggja saman við aðrar kommunur.
- Tíðin er komin til at steðga á og taka upp neyðuga politiska kjakið og ikki minst at kanna eftir, hvørjar avleiðingarnar av einari samanlegging við Vestmanna og Kvívík verða. Ikki minst tær fíggjarligu, sigur Bogi Andreasen, varaborgarstjóri í Tórshavnar kommunu.