Mugu hugsa um kappingarførið

-Tað heila snýr seg um, hvat er mest gagnligt fyri lønarlagið í samfelagnum og at tryggja, at Føroyar eisini í framtíðini verða kappingarførar. Fremja vit eina Føroya Tele-líknandi loysn, so hækka vit lønina nógv meira enn tú hækkar lønina í teimum londum, vit skulu kappast við. Og tá fær tú vánaligari kappingarførið við færri arbeiðsplássum í føroyska samfelagnum sum avleiðing.

Jan Müller


-Tað, ið harmar meg mest, er, at man ikki vil aftur til samráðingarborðið. Starvsmannafelagið vil ikki lúka treytirnar, sum semingsmenninir koma við, tvs. at byrja samráðingar av nýggjum við útgangsstøði í semingsuppskotinum. Hetta er tað, sum landsstýrið hevur sagt ja til, og hevði hin parturin eisini havt gjørt tað, vóru samráðingarnar byrjaðar fyri langari tíð síðandi sigur Anfinn Kallsberg, løgmaður í eini viðmerking til ósemjuna á arbeiðsmarknaðinum.

-Nógv hava ta kenslu, at orsøkin til, at tað stendur fast millum partarnar er tann, at Karsten Hansen ikki vil førka seg!

-Tað er ikki tann varhugi eg havi. Tvørturímóti haldi eg, at hann roynir allar møguleikar at fáa glið á aftur samráðingarnar. Hann hevur avgjørt víst sín góða vilja at taka samráðingarnar upp aftur við støði í semingsuppskotinum, meðan Starvsmannafelagið hevur ynskt at byrja við øðrum útgangsstøði enn semingsuppskotinum. Og tá hava semingsmenninir ikki nógv at gera.

-Tað ljóðar, at lønirnar eru fluttar, hóast Starvsmannafelagið hevur sett sum treyt fyri at fara til samráðingar, at tær ikki verða fluttar!

-Mær vitandi hevur felagið sett hetta sum treyt fyri at gevast við blokaduni av Fíggjarmálastýrinum, men eg dugi ikki at síggja, at Karsten Hansen hevur annað val enn at flyta lønirnar, tí um fólk sum eru í almennari tænastu, í lógligum ørindum, ikki fáa sína løn, so kunnu tey leggja arbeiðið niður. Og at leggja landið lamið er eingin uppgáva í sær sjálvum.

Annars heldur løgmaður tað vera fullkomiliga burturvið, tá formaður tjóðveldisfloksins sigur, at fólkaflokkurin hevur stungið Karsten Hansen í ryggin í sambandi við avtaluna millum Føroya Tele og starvsfólkið har.

-Vit hava ikki gjørt annað enn at bakka fíggjarmálaráðharran upp. Hesar samráðingar hava annars einki við Vinnumálastýrið ella landsstýrið at gera. Tað er eisini ein spurningur, um starvsfólkið á Føroya Tele eigur at verða organiserað í einum almennum starvsmannafelag. Tað haldi eg ikki.

Uppá fyrispurning um ikki landsstýrið við hava valt nevndina í Føroya Tele sjálvt hevur ábyrgdina av tí sáttmála har er gjørdur sigur løgmaður, at landsstýrið kann ikki diktera eini nevnd í einum partafelag. -Vit kunnu koyra hana frá, um hon ger nakað býtt. Og tað halda vit hon hevur gjørt. Hon hevur gjørt ein sáttmála, sum man á almenna arbeiðsmarknaðinum ikki er gingin við til.

Um hetta fær avleiðingar fyri nevndina í Føroya Tele vil løgmaður ikki siga. Tað fer tíðin at vísa.

-Er tað ikki rímuligt, at limirnir í Starvsmannafelagnum, sum hava offrað

seg í kreppuárunum nú fáa rímuliga lønarhækking?

-Hasi fólkini hava fingið sína løn aftur. Ta seinastu stóru lønarhækkingina fingu tey 1. januar í ár. Tað kann man ikki koyra meira uppá.

-Merkir tað, at tað kann ikki koma uppá tal at fáa eina Føroya Tele-loysn fyri allar limir í Starvsmannafelagnum?

-Tað heila snýr seg um, hvat er mest gagnligt fyri lønarlagið í samfelagnum. Hetta snýr seg um at tryggja, at Føroyar eisini í framtíðini verða kappingarførar. Fremja vit eina Føroya Tele-líknandi loysn, so hækka vit lønina nógv meira enn tú hækkar lønina í teimum londum, vit skulu kappast við. Og tá fær tú vánaligari kappingarførið við færri arbeiðsplássum í føroyska samfelagnum sum avleiðing.

Løgmaður sigur, at landsstýrisflokkarnir eru púra samdir í hesum málinum. Og eingin ætlan er at leggja uppí frá løgtingssins síðu tað hann veit. Landsstýrið fyritekur sær enn einki.

-Fer løgmaður bara at standa og hyggja at, meðan støðugt størri partar av samfelagnum verða lagdir lamnir?

-Sum støðan er í dag kann hann bara sita og hyggja at men hann harmast um støðuna. Feilurin liggur hjá Starvsmannafelagnum. Tað má bera til fyri siviliserað fólk uttan treytir at seta seg við borðið at loysa eina kreppu sum hesa.

Løgmaður sigur, at vit missa stór virði í okkara vinnulívi, tí vinnumøguleikar úti kring landið verða nógv avmarkaðir. Hvør dagur við verkfalli er sera óheppin.

-Eg vóni, at feløgini á arbeiðsmarknaðinum koma til samráðingarborðið við opnum sinni og uttan treytir, soleiðis at man kann fáa enda á hesum stríðnum.

-Var tað ikki sera óheppið, at tingmenn hækkaðu sína løn beint undan samráðingunum?

-Tað er greitt, at eitthvørt argument, sum fer handa vegin, er til skaða fyri at fáa eina skilagóða avtalu fyri tað føroyska samfelagið, sum tænir bæði landi og borgarum.

-Um arbeiðsteðgurin heldur fram inn í páskini fer tú so at fyritaka tær nakað?

-Eg fái einki gjørt. Bólturin liggur hjá semingsstovninum. Hann skal meta, um tað er møguligt at fáa semju millum partarnar Og so leingi hann ikki ger tað, er støðan vónleys.