Mugu ikki enda sum danir

Jona Højsted ávarar móti at leggja ov nógv trýst á fólkaskúlanæmingar.

Í Skúlablaðnum mælir Jona Højsted, nevndarlimur í Lærarafelagnum, til at Føroyar eru varugar við trýstið, sum verður lagt á fólkaskúlanæmingar við royndum og karakterum.

 

- Tað, at næmingurin soleiðis er í eini kapping við floksfelagar og seg sjálvan nærum alla tíðina, kann hava stóra ávirkan á kensluliga lívið hjá næminginum, skrivar Jona Højsted.

 

Sambært henni bøtir tað ikki um støðuna, at næmingarnir sleppa at taka royndirnar aftur. Heldur áttu teir at verið virdir og styrktir í sínum sjálvvirði.

 

- Men við øktum undirvísingar tímatali og øktari arbeiðsbyrðu eru krøvini til undirvísaran eisini vorðin tyngri. Tað er ongin loyna, at sálarligt arbeiðsumhvørvi og sálarligt arbeiðstrýst ikki er serliga nógv umrøtt í Føroyum, vísir Jona á.

 

- Kanska er tíðin komin til at hyggja nærri at hesum, soleiðis at vit ikki enda í somu støðu sum danir, við alt fleiri børnum og vaksnum við álvarsligum fylgjum av strongd, skrivar Jona Højsted, nevndarlimur í Føroya Lærarafelag.