Ráðstevna
At virkir og skip hanga saman undir sama eigara, hevur verið roynt áður í Føroyum. Nú er hetta mynstrið av álvara við at taka seg uppaftur. Feløg, sum eiga virkir, hava seinnu árini keypt sær skip – og summir virkir eiga nú fleiri skip.
- Vit kunnu bara vóna, at royndin hesaferð fer at eydnast betur, enn hon gjørdi í fyrru royndini.
Fall í fiskaprísum
Auðunn Konráðsson og Óli M. Lassan vísa til metingar hjá skipsmanningunum.
- Hesir halda, at ein skipan, har virkir og skip eru so tætt knýtt at hvørjum øðrum, lætt kann ávirka fiskaprísin tann skeiva vegin. Haraftrat kemur, at við útlendskum áhugamálum í veiði-og virkisliðnum, kann avleiðingin verða, at ein minni partur av okkara útflutningsvirði liggur eftir í Føroyum.
Teir báðir ásanna kortini, at hugsandi er eisini, at slíkt samstarv millum føroysk og útlendsk áhugamál kann føra til økt útflutningsvirði og betrað kappingarføri hjá samlaðu fiskivinnuni.
- Men hetta fer tíðin at vísa, leggja teir aftrat.
Ikki í 80’ini
Auðunn og Óli halda, at ansast má eftir, at vit ikki koma aftur í somu støðu sum í áttatiárunum.
- Høgu oljuprísirnir, hækkandi rentustøðið, vánaligi fiskiskapurin og trupulleikar við at fáa manning, kunnu í longdini tyngja munandi um raksturin av okkara fiskiflota – og fiskavirkisvinnu.
Teir báðir reisa tí spurningin, um trupulleikarnir í høvuðsvinnuni ikki eru tekin um, at vit nærkast ”onkrum slagi av kreppu” í samfelagnum, sjálvt um tað neyvan er væntandi, at hetta verður eins og í áttatiárunum, tá virkir og skip vóru tengd at hvørjum øðrum.
Vánaligt lønsemi
- Sum heild er lønsemið hjá feskfiskaflotanum ikki serliga gott. Hesin parturin av flotanum skapar ikki meira tøkan pening, enn flotin hevur brúk fyri til viðlíkahald og uppgraderingar av skipunum.
Auðunn Konráðsson og Óli M. Lassen halda ikki, at vit kunnu tosa um metlønsemi hjá einum fiskiflota, sum ikki megnar at endurnýggja seg – og har fleiri skip eisini hava rakstrartrupulleikar.