Mugu ikki seta oljufeløgunum ov harðar treyt-ir frá byrjan

-Tað er rættiliga avgerandi, at treytirnar eru so mikið lagaligar, at vit fáa so nógv oljufeløg sum gjørligt at leita eftir olju og gassi á føroyska landgrunninum. Verður býtið av møguligum inntøkum órímuligt kanst tú rætta hetta uppaftur gjøgnum skattalóggávuna.

Hann er 33 ára gamal og hevur løgfrøðiliga útbúgving. Seinastu trý árini hevur hann arbeitt á oljufyrisitingini. Hann eitur Herólvur Joensen og verður tað hann, sum í framtíðini, sum fer at mynda oljumenningina í Føroyum, úteftir sum inneftir - sum stjóri á oljumáladeildini.

Hann metir hetta nýggja starvið sum eina stóra avbjóðing og samtíðis sum eina viðurkenning av tí arbeiði hann longu hevur gjørt á økinum.

Herólvur Joensen hevur starvast á Oljufyrisitingini í sløk trý ár, har hann m.a. hevur tikist við at gera forkanningarloyvi. Hann hevur eisini samráðst vegna Oljufyrisitingina við oljufeløgini, sum fingu loyvi at bora í Lopra. Eisini er hann limur í samráðingarnevndini, ið tingast við bretar um markið. Somuleiðis er hann limur í nevndini, ið arbeiðir við at gera tilbúgvingarætlan fyri Føroyar. Hann hevur eisini verið við til at gera uppskotið til eina kolvetnislóg, umframt greinandi partar av frágreiðingini hjá Oljuráðleggingarnevndini.

Herólvur Joensen fer í sínum nýggja starvi at standa á odda fyri Oljufyrisitingini, eitt starv, sum Martin Heinesen, jarðfrøðingur hevur røkt seinastu árini. Martin Heinesen fer nú at halga seg jarðfrøðiliga arbeiðið á Jarðfrøðissavninum burturav, har nógvar stórar og spennandi uppgávur liggja og bíða.


Helst neyðugt at økja manning

Sosialurin hevur tosað við nýggjan deildarstjóran og spurdu, um hann roknar við, at tað verður neyðugt at økja um manningina á Oljufyrisitingini, nú tað nærkast einum loyvisumfari.

Hann sigur, at hetta veldst um, hvussu gongst við tí fyrsta loyvisumfarinum. Verða nógvar umsóknir og fleiri loyvi givin, so skal nakað meir av fólki til. Er so okkurt av teimum feløgunum, sum fáa loyvi, heppið í leitingini, og vit fáa útbyggingar á landgrunninum, skulu rættiliga nógv fleiri fólk til. Hann roknar tó ikki við, at Oljufyrisitingin fer at seta nógv fólk aftrat í einum innleiðandi skeiði.


Málsetningur

Hvønn málsetning hevur Herólvur Joensen sett sær sum stjóri á oljumáladeildini!

-Uppgávan er fyrst og fremst umsitingarlig. Málsetningurin verður fyrst og fremst lagdur fastur í tí tilfarinum, sum verður gjørt klárt til 1. útbjóðingarumfar. Lógin hevur sjálvandi ein málsetning, men tað í í sambandi við 1. útbjóðingarumfar, at politikkurin verður ásettur og orðaður.

Hesin politikkur væntar Herólvur Joensen fer m.a. at leggja upp til, at feløgini fremja eina effektiva leiting og royna at finna olju og gass í føroyska økinum. Haraftrat skal so konkretiserast, hvørjar ágóðar vit ynskja til føroyska samfelagið, bæði í mun til skatt og gjøld, men eisini í mun til slíkt, sum kann fremja ein vinnupolitikk, tvs. skapa arbeiðsmøguleikar og geva føroyskum fyritøkum møguleikar.

-Uppgávan verður so at røkka teimum málum tú setir tær í sambandi við útbjóðingarumfarið men tann fyrsta og størsta uppgávan er at gera Oljufyrisitingina klárað til hetta fyrsta útbjóðingarumfarið.


Javnvág

Hvørjar tankar hevur nýggi stjórin á oljumáladeildini gjørt sær um fyrsta útbjóðingarumfarið!

-Eg haldi ikki eg víki nógv í tonkum frá Oljuráðleggingarnevndini um, at tað skal vera ein javnvág. Sjálvur haldi eg tað er sera avgerandi, at ein ger sær greitt, hvat ein prioriterar, tvs. hvat ein veruliga ynskir skal koma burtur úr einum 1. útbjóðingarumfari og fer eftir tí - og ikki roynir at fáa alt við - tvs. ikki leggja seg eftir at fáa øll síni ynski gingin á møti í einum 1. útbjóðingarumfari. Eg eri eitt sindur bangin fyri, at ger tú ikki eina raðfesting (prioritering) ella seta vit ov nógvar treytir beinanvegin, so koma vit at missa meira fyri minni.

Herólvur Joensen dylur ikki fyri, at tað eftir hansara tykki er rættiliga avgerandi, at treytirnar eru so mikið lagaligar, at vit fáa eina ávísa nøgd av feløgum at søkja.

-Eg rokni við, at tað í longdini fer at gagna Føroyum meira at fáa nógv ymisk feløg við so ymiskum hugskotum sum gjørligt inn at leita. Vandin er tá heldur ikki so stórur fyri, at landið verður so heft at kanska bara tveimum bólkum.


Treytir og krøv!

-Men er ikki vandi fyri, at tað verða oljufeløgini, sum sita eftir við teimum góðu kortunum uppá longri sikt, um tit longu frá byrjan spara upp á treytir og krøv!

-Tað veldst sjálvandi um. Setir tú allar tínar treytir í eitt loyvi og bindur teg til tað, soleiðis at einki kann broytast, so er vandi fyri tí. Men skattur ol. er ikki nakað, sum tú setir í eitt loyvi. Tað er skattalóggáva fyri seg. Skuldi tað hent, at tað í sambandi við 1. umfar verða funnin stór felt, sum geva oljufeløgunum órímuligan profitt í mun til tann partin, ið landið fær, so kann ein skrúva eitt sindur upp á teir knøttirnar. Tað er hent seg fyrr, at skattalóggáva er broytt, og tað liva vit øll jú við.

-Men oljufeløgini leggja stóran dent á, tá tey skulu til at gera íløgur í einum heilt nýggjum øki, at lóggávan ikki verður broytt í tíð og úrtíð, men at talan er um eina støðuga og stabila skipan (regime)!

-Tað er rætt, og tað er eisini nakað, sum ein eigur at ansa eftir, men vit skulu hinvegin í fyrsta útbjóðingarumfari heldur ikki spenna bogan so høgt, at vit bara fáa fáar og í ringasta føri ongar umsóknir. Eg haldi, at tað í longdini verður betur fyri Føroyar eisini at fáa tey feløgini við, sum í dag bara hyggja eftir tí føroyska økinum men kanska ikki hava gjørt so nógv sum teir mest entusiastisku bólkarnir. Tað fer at gagna okkum, og tað fer at geva okkum eitt betri oljuumhvørvi at hava fleiri aktørar. Tess fleiri feløg eru við í einum 1. útbjóðingarumfari, tess betri kann tað blíva fyri Føroyar uppá longri sikt.


So nógv feløg sum gjørligt

-Men tað eru helst tey, sum halda, at vit heldur eiga at seta harðar treytir, soleiðis at tað bert vera tey feløgini, sum veruliga orka, ið fara undir leiting - og at tey smærri feløgini, sum ikki hava ráð til at ganga inn undir ov harðar treytir, harvið detta niðurímillum!

-Alla aðrastaðni hevur tað víst seg, at tað tá skjótt verður staturin, sum agerar uppá teirra treytir. Myndin koppar skjótt, tí landið verður heft av, at onkur - fyri at skapa eina ímynd av succes - má fáa okkurt at henda. Og tað endar ofta við, at londini gerast sera lagalig við tey feløgini fyri at fáa tey at gera eitt sindur. Hava vit harafturímóti fleiri feløg við, so fer kappingin uppá longri sikt at gagna landinum.

-Oftani verður sagt, at ein eigur ikki at verða ov bláoygdur og góðtrúgvin at halda, at oljufeløgini fara undir leiting fyri annað enn sína egnu skyld!

-Feløgini hava egin-

áhugamál, og tað er einki løgið í tí. Síggja tey ikki eina rímuliga forrætning í at gera íløgur í Føroyum, so gera tey tað ikki. Tað er heldur ikki nakað tey royna at dylja í samskiftinum við okkum, hetta, at tey hava profittáhugamál og síggja hetta sum eina forrætning. Men tað eigur ikki at fáa okkum til einki at gera og gerast so óttafull, at vit harvið seta teimum so og so harðar treytir alt fyri eitt.

-Nú hevur tú verið við í arbeiðinum á Oljufyrisitingini í trý ár og hevur verið við til at gera forkanningarloyvi ol. Hesa seinastu tíðina hava verið nógvar atfinningar í fjøl-miðlunum móti m.a. fyrisitingini fyri, at hon hevur verið alt ov lagalig mótvegis seismikkfeløgum ol. Hava tit gjørt mistøk á hesum øki?

-Sjálvandi skal ein altíð lurta eftir atfinningum og hugsa um hesar. Tað gera vit eisini í mun til forkanningar. Men í mun til spurningin skatt, so er tað ikki okkara borð. Vit áleggja ikki skatt í oljufyrisitingini. Tað er eitt mál fyri skattamyndugleikarnar og Oljuráðleggingarnevndina.


Marknaðarføring

-Men heldur tú, at vit vegna vánaliga tilrættalegging frá bæði Oljuráðleggingarnevnd og skattamyndugleikum hava mist nógvar pengar, sum landskassin annars kundi fingið?

-Eg haldi ikki, at vit hava mist nógvar pengar. Meginparturin av teimum seismisku kanningunum, sum hevur verið, hevur bert verið í rættiliga stutta tíð í senn. Haraftrat veldst tað eisini um á hvørjum stigi í eini oljumenning ein metir okkum at vera í.

Herólvur Joensen sigur, at hann alla tíðina hevur uppfatað hetta fyrsta tíðarskeiðið sum eitt slag av marknaðaføring av føroyska landgrunninum.

-Filosofiin hevur so verið tann, at vit skulu vera nokkso lagalig í byrjanini fyri at fáa nakrar kanningar gjørdar. Tá vit byrjaðu við Wes-ternloyvunum vistu vit stórt sæð einki um føroysku undirgrundina. Tá vórðu so gjørdar nakrar serstakar treytir, og tær hava so sanniliga givið landskassanum inntøkur. Men tá vit so lótu landgrunnin upp fyri meira fríum kanningum í 96, hugdu vit eftir, hvussu treytirnar vórðu í okkara næstu grannalondum. Tað vísti seg, at tú har í forkanningunum setir sera fáar treytir í. So kundu vit sjálvandi tosa um, um vit skuldu gera tað øðrvísi.

Herólvur Joensen sigur víðari, at tað er eingin, sum sigur, at vit neyðturviliga skulu gera tað sama, sum teir gera í øðrum londum.

-Men okkara filosofi tá var, at tað var kanska frægari - í hvussu so er fram til eitt 1. útbjóðingarumfar - at hava lagaligar treytir fyri at fáa gjørt so nógvar forkanningar sum gjørligt. Eisini meiri marginalar kanningar, sum kanska ikki høvdu so stóra undirtøku í ídnaðinum, tí tað vildi geva okkum eina ábending um, hvørji øki oljuídnaðurin sær sum áhugaverd.

Hesum máli heldur Herólvur Joensen, at vit hava rokkið, og vit hava í dag rættiliga nógv kanningarúrslit og eisini eina rímuliga fatan av, hvar áhugin er mestur.

Hann vísir tí á, at hava vit mist nakað av landskassainntøkum, so hava vit vunnið tað innaftur við at hava fingið nógvar og góðar kanningar.


Hugsa longur fram-Vit mugu hugsa eitt sindur um tíðarkarmin í øllum hesum. Settu vit harðar treytir í forkanningarskeiðnum, so eri eg rættiliga sannførdur um, at tað vóru onkrar av teimum meira marginalu kanningunum, sum ikki høvdu verið gjøgnumførdar. Vitanin hevði verið minni. Vit høvdu kanska fingið nakrar fáar milliónir kr. meira til landskassan, men eg trúgvi ikki, at tað hevði verið avgerandi uppá nakran máta, hvørki fyri føroyskt vinnulív ella føroyskan búskap - vit høvdu tá tvørturímóti markerað okkum aftur enn einaferð á einum vinnuøki við nøkrum stuttskygdum málum heldur enn nøkrum meira langsiktaðum.

Tað stutta av tí langa er tað, at vit gera hetta ikki fyri forkanningarnar. Vit gera tað í vónini um at fáa eina oljumenning á føroyska landgrunninum, og hon kann veruliga týða nakað, og tá kunnu vit seta heilt aðrar treytir.


Atfinningar

-Hvat fara tit at gera við tær atfinningar, sum eru komnar frá feløgum um óhepnu avleiðingarnar av seismikkskjóting?

-Tað fara vit sjálvandi at viðgera. Longu áðrenn vit fingu hesi brøvini var uppá tal at fara undir at endurskoða tann partin av loyvistreytunum. Fráboðanartreytir ol. til V&B eru ongantíð broyttar, síðani Western skjeyt seismikk.

Herólvur Joensen vísir á, at tað í verandi loyvistreytum stendur, at seismikkfeløgini skulu boða frá umvegis útvarp og bløð, hvar tey arbeiða. Hetta er nakað, sum ikki hevur virkað nóg væl.

-Vit fara tí rættiliga skjótt at innkalla tey, sum hava skrivað til okkum og tey, sum eru komin við atfinningum, fyri at vita, hvussu tað kann fremjast. Men tá tað er sagt, so skal eisini sigast, at teir partar av vinnulívinum, sum hava verið áhugaðir fyri at vita, hvørjar seismiskar kanningar verða gjørdar, hava fingið hetta at vita og somuleiðis hvørji feløg eru, sum hava loyvi til at gera kanningar.

-Fiskivinnan klagar um óhepnar avleiðingar av seismikkinum!

-Tað er nakað, sum vit í vetur mugu hyggja eftir, tá vit fara at eftirmeta, hvussu treytirnar hava virkað. Tað er annars misjavnt, hvat fólk og granskarar halda um tað. Tað kunnu helst vera fleiri orsøkir til, at fiskiskapurin minkar, og hevur fiskiskapurin bara verið økjandi, meðan seismikkurin hevur verið skotin. Eg má viðganga, at eg enn ikki eri sannførdur um, at vána-ligur fiskiskapur hevur nakað við seismikkin at gera.


Tíðarkarmurin

Hvussu ímyndar Herólvur Joensen sær tíðarkarmin fyri komandi oljumenningina á føroyskum øki!

-Oljuráðleggingarnevndin hevur alla tíðina arbeitt út frá, at lógin verður framløgd í heyst og samtykt einaferð í vetur, og at ein í prinsippinum eigur at vera klárur við 1. útbjóðingarumfarinum stutt eftir tað, soleiðis at tað kann lýsast komandi vár. Men hinvegin hevur løgmaður alla tíðina sagt, at tingið skal taka ta tíð tingið hevur brúk fyri. Vit hava ikki nakað ynski um at skunda undir løgtingið. Tað er nógv meira avgerandi, at viðgerðin er gjøllig og at ein roynir at finna eitt felags stev í einum oljupolitikki.

Herólvur Joensen vónar, at 1. útbjóðingin verður útskrivað, áðrenn vit koma summarinum 1998 ov nær, kanska onkustaðni millum mars og mai. Umsóknarfreistin verður eitt hálvt ár og skulu umsóknirnar síðani viðgerast. Av tí at hetta er heilt nýtt fyri fyrisitingina, so kann roknast við, at hetta eisini fer at merkja arbeiðið. Tvs. at fyrstu loyvini verða neyvan latin fyrr enn seint í 98 ella tíðliga í 99.


Góður møguleiki

Uppá fyrispurning um hann ikki eisini sær vandar í eini komandi oljuvinnu sigur Herólvur Joensen, at tað ger hann. Hann vísir her til partin av frágreiðingini hjá Oljuráðleggingarnevndini um tær negativu avleiðingarnar av eini oljumenning.-Men sum heild síggi eg hetta sum ein góðan møguleika fyri Føroyar at fáa skapt eitt vinnugrundarlag, sum er eitt sindur breiðari, enn tað vit hava í dag.

-Men hvat vil tú siga til teirra, sum bera ótta fyri ávirkanini, nú vit bara eru 45.000 menniskju, ogoljuvinnan er so risastór, at vandi er fyri, at vit verða gloypt av hesi fremmanda ?djórinum?, sum fullkomiliga fer at oyðileggja og forkoma okkara samfelag!

-Eg skal ikki siga, at tann møguleikin ikki er til. Men nettup tann mátin vit hava arbeitt eftir higartil - við at taka eitt stig í senn og líkasum gera greitt, at tað eru vit sum hava eftirlitið og stýra útviklinginum og ar-beiða í einum temo, sum hóskar til føroyska samfelagið og ikki neyðturviliga er lagað eftir, hvat oljufeløgini høvdu ynskt - vísir, at vit kunnu stýra hesum. Tað kunnu vit framhaldandi gera við at laga útboðsumførini soleiðis, at tey hóska til tað føroyska samfelagið.

-Tað hevur í orðaskiftinum verið víst á vandan og kemur tað eisini fram í onkrum av teimum ritgerðum, sum gjørdar eru við lærdar háskúlar, at vit føroyingar hava ikki nóg professionell og útbúgvin fólk til á jøvnum føti at sita hinumegin borðið og samráðast við oljuídnaðin -og at hetta kann verða ein stórur trupulleiki!

-Eg havi sæð handa problemstillingin umtalaðan. Sjálvur haldi eg ikki, at hetta er ein stórur vandi. Vit megna at siga hinumegin borðið. Men eg sigi ikki, at vit gera tað altíð einsamallir. Sjálvandi skal tú brúka ráðgevar og hjálp frá øðrum. Tað er ikki nakað ringt í sær sjálvum, at tú viðhvørt má ásanna, at tú hevur brúk fyri sakkønari hjálp uttan fyri landoddarnar. Við tí hjálpini ivist eg ikki í, at vit nokk skulu klára tær samráðingarnar við oljufeløgini. Og serliga um útboðstilfarið er so greitt, at ein veit, hvat ein vil hava burtur úr.


Politikararnir fyrireika seg

-Nú sóu vit, at tað vóru rættiliga nógvir politik-arar, sum ikki vóru við á skeiðnum á Hotel Føroyum herfyri. Er tú ikki bangin fyri, at okkara politiska skipan als ikki klárar at fylgja útviklinginum?

-Eg minnist, at tað varð spurt um hetta á Saga-seminarinum. Eg kann sum so ikki hava nakra meining um, hvat politikarar okkara eru førir fyri ella ikki. Men út frá evnisdøgunum á Hotel Føroyum í august kann eg bert siga, at politikararnir vóru væl fyrireikaðir og


Framhald av síðu 13


settu skilagóðar spurningar, sum avgjørt sýndu, at teir høvdu roynt at seta seg inn í málið og eisini høvdu skilt tað.

-So tú ber ikki nakran ótta fyri viðgerðini á tingi?

-Nei, heldur tvørturímóti.

-Sær tú ein vanda í, at tað verður kanska so nógv skrivað og tosað um hesa framtíðarvinnuna, sum vit ikki enn vita verður til nakað - at vit gloyma fiski-vinnuna og aðrar trupul-leikar í samfelagnum?

-Tað er ein vandi í tí, at tú brúkar ov nógvar kreftir uppá nakað, sum ikki er so aktuelt, og at tú gloymir at laga til ein fiskivinnupolitikk. Men tað er meira ein trupulleiki hjá teimum, sum fáast vit fiskivinnu og fiskivinnupolitikk. Eg kann bert gleðast um, at vit arbeiða við einum øki, har tað frá politiskari síðu er lagdur dentur á holla vitan og ráðgeving frá byrjan av - og at hetta verður verður skipað soleiðis, at vit fáa ein skilagóðan útvikling frá byrjan.


Nøgdur við áhuga frá oljufeløgum

Hvat viðvíkur áhuganum frá oljufeløgunum fyri føroyska landgrunninum so er Herólvur Joensen nøgdur. Hann er sannførdur um, at stóri áhugin m.a. er ein avleiðing av tí mátanum, sum oljufyrisiting og oljuráðleggingarnevnd saman við myndugleikunum annars hava arbeitt uppá.

Í dag vísa millum 25 og 30 oljufeløg føroyska landgrunninum ans. Samanbera vit við bretska økið er talið á oljufeløgum, sum arbeiða har nærum 60. Á norskum øki er tað gott og væl 20.

Herólvur Joensen vísir á, at vit eru eitt nýtt ?frontier? øki, og nøkur av teimum feløgunum, sum arbeiða á bretska landgrunninum, eru lítil feløg, sum arbeiða saman við stórum samtøkum. Har eru tí helst nógv feløg, sum ikki hava sum part av síni virkisstrategi at gera íløgur í meira vágiligum økjum.

-Eg haldi vit eiga at gleðast um tey 25-30 feløgini, sum vísa áhuga, og at hesi eru millum heimsins størstu og mest seriøsu oljufeløg.

-Sær tú fyri tær, at hesi verða uppaftur fleiri tá avtornar?

-Finna tey feløgini, sum fáa loyvi í fyrsta útbjóðingarumfari, nakað, so verður talið enn hægri sigur Herólvur Joensen og vísir til danska orðafelllið ?Intet avler succes som succes?.

Hann vónar, at tað verða í hvussu er oman fyri 20 feløg í 1. útbjóðing. Tað vóru 19 við í Lopra, og nú er talið millum 25 og 30, sum vísa ávísan áhuga. Av hesum eru 25 við í umhvørvisverkætlanini GEM.

-Talið vísir seg at vera spakuliga vaksandi og verða 30 við í fyrstu útbjóðing, so er tað bara frálíkt.


Avtala við danir

Hvussu hevur stjórin á oljumáladeildini tað við dønum og teimum avtalum, sum eru gjørdar við danir í sambandi við oljuleiting ol.!

-Eg havi altíð lisið avtaluna við danir sum, at danir sleppa við uppá treytir sum øll onnur. At ein hevur sett kappingarføringsklausulin inn havi eg altíð mett sum, at teir mugu kvalifisera seg sum einhvør annar, men hinvegin, at vit hava bundið okkum til, at um teir eru kappingarførir, so kunnu vit ikki útiloka teir, bara tí teir eru danir.

-Men er tað ikki eitt sindur øvugt at hava slíkt í eini avtalu. Tí eru danir kappingarførir, so fara vit sjálvandi at taka av teirra tilboðum!

-Eg taki hetta bara sum, at føroyingar, tá vit fingu avtaluna um undirgrundina, vóru eitt sindur stórsinnaðir.

-Men er hetta ikki ein vandamikil melding út til altjóða oljuverðina - um vit vilja hava fría kapping - at ?serstakar? reglur skulu galda fyri danskar fyritøkur!

-Tað kann ein siga, men eg havi ongantíð lisið hesa avtaluna soleiðis, at vit skulu siga við altjóða oljuvinnuna, at tað eru nakrar serstakar reglur galdandi fyri danskar fyritøkur. Hetta er sett í eina avtalu millum Føroyar og Danmark og eg taki tað bert sum eina binding frá føroyskari síðu, sum sigur, at um danir eru kappingarførir, so kunnu vit ikki diskriminera teir, bara tí teir eru danir.


Mugu fáa markið upp á pláss

-Hvørja støðu hevur til spurningin um oljusamstarv við Noreg kontra Bretland, nú marknatrætan ikki er loyst!

-Eg vóni, at vit skjótast møguligt kunnu leggja hasa marknatrætuna við Bretland aftur um okkum, og at vit kunnu samtarva við bretar eins væl og við norðmenn og danir. Tað verða arbeiðsøki, finna vit olju og gass nær Bretlandi, sum vit mugu tosa við bretskar myndugleikar um. Og tað verður munandi lættari at loysa slík mál við bretskar myndugleikar, um vit fáa markið avklárað.

-Hvørja áskoðan hevur Herólv Joensen um eitt alment føroyskt oljufelag?

-Eg haldi, at OIjuráðleggingarnevndin hevur gjørt eitt skilagott tilmæli um tað.