Tórshavnar kommuna tekur nýggjar royndir av drekkivatninum í morgin og úrslitini vera klár hósdagin.
Fríggjadagin fingu borgarar í Tórshavnar kommunu boð um, at drekkivatnið í stórum pørtum av kommununi var dálkað av koliformum bakterium.
Viggo Christiansen, stovnsleiðari á teknisku deild hjá Tórshavnar kommunu sigur, at óvanliga nógva regnið í ár, hevur ført til, at byrgingarnar standa á tremur við vatni. Nógva regnið hevur í fleiri førum havt áarføri við sær, og hetta hevur skolað seyðasparl og annan lort oman í byrgingarnar. Tíverri hevur reinsiskipanin í løtum havt torført við at reinsa alt vatnið, og tí verða havnaborgarar nú biðnir um at kóka drekkivatnið.
Viggo Christiansen sigur, at kommunan beinanvegin setti tiltøk í verk.
- Tað fyrsta, vit gjørdu, var at seta hitt reinsiverkið í Villingardali í gongd. Vit hava tvey, har av annað stendur sum eyka trygd í slíkum og tí settu vit tað til, fyri at lætta um trýstið á hitt reinsiverkið, sigur hann.
Hann greiðir frá, at byrgingin í Villingardali veitir 75 prosentum av býnum drekkivatn og tá sum mest stendur á, fara 240 tons av vatni um tíman gjøgnum reinsianleggið.
- Hesar seinastu dagarnar hava vit so skola rørskipanina út og roynt at tømt skipanina fyri dálkaða vatninum. Vit hava millum annað latið brandpostarnar í endunum renna, millum annað á bryggjuni og á Sandvíkarhjalla, sigur hann.
- Vit taka nýggjar royndir í morgin, sum Heilsufrøðiliga Starvsstovan fær til kanningar, og so verður úrslitið klárt hósdagin og tá vóna vit, at vatnið er reint aftur, sigur Viggo Christiansen.
Hann greiðir frá, at tað sum so ikki er óvanligt við koliformum bakterium í byrgingunum, men at hetta vanliga er nakað, ið hendir um heystið, tá heystregnið kemur. Í ár er tað óvanliga tíðliga, og orsøkin er, at tað hevur regnað so illa í vár.
- Vit taka royndir hvønn fyrsta týsdag í mánaðinum, sum vit senda til Heilsufrøðiligu Starvsstovuna. Harumframt taka vit okkara egnu royndir miðskeiðis í mánaðinum, fyri at tryggja okkum, at alt er í lagið. Kanningarúrslitini eru at síggja á heimasíðuni hjá okkum trý ár aftur í tíðina, umframt at kunning um komandi royndir eisini eru at finna, greiðir Viggo Christiansen frá.
Í Kollafirði, Kirkjubø og í Nólsoy hevur kommunan reinsað vatnið við klori, og har vera eisini royndir tiknar í morgin.