Johan Dah vísir í lesarabrævi á, at hann als ikki hevur ætlanir um at skerja rættin til alment innlit.
Landsstýrismaðurin hevur annars verið í andglettinum, síðani hann í sendingini “Radarin” hjá Kringvarpinum førdi fram, at hann kundi hugsað sær broytingar í lógini um alment innlit. Eitt nú, tí fyrisitingin nýtir nógva tíð og orku at svara áheitanum um alment skjalainnlit og øðrum upplýsingum. Og eitt nú hevur Felagið Føroysk Miðlafólk ført fram, at hetta er eitt álvarsligt álop á fólkaræði. Eitt páhald sum Johan Dahl ikki er samdur í.
- Tað er eisini ein sjálvsagdur partur av einum fólkaræðisligum samfelag, at spurningar kunnu verða settir við, og at tað verður tikið upp til umhugsunar og umrøðu, hvørt tær skipanir, sum skulu vera stuðlar undir fólkaræðinum, virka nóg væl og eru tíðarhóskandi.
- Ein av trupulleikunum við verandi innlitslóg er, at hon ikki í nóg stóran mun tekur hædd fyri, at í dag er almenna fyrisitingin í stóran mun løgd til stovnar undir aðalráðunum, sum eisini hava tann sakkunnleika, sum annars hevði verið í aðaláðunum.
- Landsstýrismenn hava brúk fyri kvalifiseraðari ráðgeving í trúnaði og hjálp frá embætisverkinum eisini í málum, tá sakkunnleikin er á einum stovni undir ráðnum ella í einum øðrum stjórnarráði. Eisini hava embætisfólk í aðaráðunum og stovnum undir aðalráðunum tørv á, at tey óformelt og frítt saman kunnu gera teirra metingar og gera teirra fyrireikandi arbeiði viðvíkjandi málum, sum landsstýrismaðurin skal taka støðu til, uttan tað trýst, sum kann liggja í, at teirra metingar, sum eru partur av einari viðgerðartilgongd, seinni verða kunngjørdar alment, skrivar Johan Dahl milulm annað í lesarabrævinum, sum kann lesast HER.