Fjalltíð og fíggjarlóg
Edmund Joensen, tingformaður er ikki samdur við Anfinn Kallsberg, løgmann, tá hesin í samrøðu við Sosialin herfyri segði, at tað má vera hansara fulli rættur at fara á fjall og fletta, tá fíggjarlógin er til viðgerðar. Løgmaður vildi við tí vísa aftur nakað av tí kritikki, sum var undir viðgerðini av fíggjarlógini, har tað varð spurt eftir honum. Sjálvur var hann til viðgerðina tann fyrsta dagin og helt seg tá hava greitt nóg væl frá sínum. Hann metti tað eisini vera av týdningi at vera við til at halda lív í okkara gerandismentan og helt fyri, at tingformaðurin átti at flutt viðgerðina av fíggjarlógini, so hon ikki fall saman við fjalltíðini og flettingini. Tingformaðurin er dundrandi ósamdur við løgmann.
-Er hetta skemt ella álvara. Løgmaður hevur skyldu til bæði sjálvur at vera til alla viðgerðina av fíggjarlógini og at syrgja fyri, at allir landsstýrismenninir eisini eru har. Ein tingviðgerð av fíggjarlógini, sum regulerar alt samfelagið, og har allir tingmenn eru til steðar, tí hon eisini viðger teirra egna lokalsamfelag, átti at verið raðfest hægri enn nakað annað. Hon er jú ein fyritreyt fyri allari framtíð hjá føroyingum. At man ikki kann seta tríggjar dagar av í oktober til tað - havi eg ikki orð fyri. Her ruggar ikki rætt.
Tingformaðurin sigur víðari, at hetta skuldi ikki forðað nøkrum í at fara á fjall. Teir flestu føroyingar luttaka eitt sindur í landbrúki, í seyðahaldi, í rakstri, í flettingini ol. um heystið, men fólk arbeiða fyri tann skyld.
Edmund Joensen sigur, at tingið hevur bara verið saman í 17 dagar eftir ólavsøku. Í hesum mánaðinum hava verið fáir fundir. Tá man so hevur bjóðað seg fram at vera tingmaður veit man, hvat man hevur bjóðað seg til. Velur man so at bjóða seg fram til at vera landsstýrismaður ella løgmaður, tá er í hansara verð als einki at tosa um. Tá ber als ikki til at vera burturstæddur, tá fíggjarlógin verður viðgjørd. Hann vísir eisini á, at løgmaður er tann einasti, sum er valdur av tinginum. Hann hevur tí eina heilt serstaka ábyrgd.
Tá nevnt verður, at man kann flyta viðgerðina spyr tingformaðurin, hvønn hann skal flyta hana fyri? -Tað eru 32 tingmenn og 9 landsstýrismenn. Hvørjum skal eg flyta hana fyri? Hvør er meira mentaður? Teir ganga ikki á fjalli á Viðareiði, í Miðvági, á Oyrabakka, á Sandi og í Suðri í senn. Henda viðgerð tekur tríggjar dagar. Eg veit ikki hvar eg skuldi flutt viðgerðina. Vikuna eftir er heystfrítíðin. Løgmaður hevur so eisini verið ein av teimum, sum hevur lagt fíggjarlógina fyri tingið, tá síðsta freist er komin. Hon skal í allar nevndirnar. Eg dugi ikki at síggja, at løgtingsformaðurin fær gjørt nakað. Tað er ein bundin uppgáva.
Hvussu verður næsta ár?
-Hvør enn verður løgtingsformaður tá ella løgmaður fyri tað, trúgvi eg ikki hann fær flutt viðgerðina. Tingformaðurin hevur skyldu til at fáa hana til viðgerðar skjótast tilber.