? Mugu ásanna, at vit fáa hann ikki aftur

31. oktober 1999 stendur klárur í minninum hjá Simonu Bjarnaskor av Viðareiði. Tann dagin stóð hon brádliga einsamøll við fýra børnum eftir at Pól Eyðfinn, pápi at børnunum og maðurin, hon livdi saman við, lat lív umborð á línubátinum Ågot. Í samrøðu við Sosialin greiðir hon frá skelkinum, tíðini aftaná og hvussu tað var at fáa tílík sorgarboð stutt fyri jól

Ilt er at ímynda sær, hvussu tað hevur verið fyri Simonu at standa einsamøll við fýra børnum, sum 32 ára gomul og hava mist mannin, sum hon elskaði. Lítið visti hon, at tá hon tosaði við Pól Eyðfinn tríggjar dagar frammanundan yvir satelitt, at tað seinni vísti seg at vera seinastu ferð, hon tosaði við hann.
Allir føroyingar munnu minnast sorgarbundnu røddirnar á brøðrunum, Eyðstein og Hjaltur Poulsen, tá teir í útvarpinum og sjónvarpinum greiddu frá, hvat var hent umborð á Ågot dagin fyri sjálvan Allahalgannadag í 1999. Mong drýptu høvur í samkenslu við Simonu og øll teimum, sum varðaðu av Pól Eyðfinni. Men hóast alt sær svart út, hóast lagnan til tíðir kann vísa seg frá síni beiskastu síðu, so heldur lívið kortini fram. Soleiðis er tað bara, og soleiðis var tað eisini hjá Simonu og børnunum, sum í dag hava megnað at vunnið á sorgini og funnið sær eitt lív aftur, eitt lív við sakninum eftir Pól Eyðfinni.
Hann sat á brúnni umborð á Ågot, sum tá var á tunfiskaveiðu, tá báturin fekk ein sjógv. Hesin sjógvurin var so mikið ógvusligur, at hurðin aftan fyri Pól Eyðfinn brast upp í nakkan á honum. Stoyturin var so ógvusligur, at Pól Eyðfinn lat lív av honum.
Ta fyrstu tíðina aftaná, hugsaði Simona sera nógv um, hvussu hon skuldi kunna koma víðari, og hon er sannførd um, at børnini gjørdu sítt til, at tað eydnaðist henni.
- Eg veit sjálvandi ikki at siga fyri vissu, hvussu tað hevði verið uttan børnini, men eg eri vís í, at tað hevði verið heilt øðrvísi. Tí tá ein hevur børn og so smá, sum tey vóru tá, tá noyðist ein at halda seg í gongd fyri teirra skuld, sigur hon og leggur afturat, at hon hevur til tíðir verið beisk inn á hendingina, men tað loysir onki, so hon roynir sum frægast at skapa eitt lív fyri seg sjálva og børnini í Klaksvík, hóast pápi teirra er burtur.
Beint eftir, at hon hevði fingið boðini, gekk hon bara runt í húsinum og mól. Simona dugir ikki so væl at seta orð á júst, hvussu hon hevði tað, tí hon var skelkað. Tað vóru eisini so mong fólk rundan um tey allatíðina, at tað bar illa til at hugsa so nógv. Men tað heldur hon, var gott tað sama.
Henni dámdi ikki at sova einsamøll ta fyrstu tíðina, hóast hon var von við tað, tí Pól Eyð-finn var nógv burtur.
- Systir mín plagdi at sova hjá mær í fyrstuni, men eg haldi tó ikki, at tað vardi so øgiliga longi, so kláraði eg aftur at sova einsamøll, sigur hon og leggur afturat, at songin tyktist tómari enn vanligt, hóast okkurt av børnunum sum oftast lá uppií.
Hon sigur eisini, at hon stúrdi fyri at fara útaftur. Tað var serliga tankin um, hvat fólk fóru at siga um hana, sum hon hugsaði um. Men hon tók sær um reiggj og byrjaði so spakuliga at fara útaftur.
- Eg mátti bara fara út, tí inni kundi eg ikki verða sitandi, so hevði eg blivið svøk. Soleiðis eri eg bara.
Men omaná alt kom so óttin fyri at verða noydd at fara úr húsunum, sum tey høvdu búð í eitt gott ár, tá vanlukkan hendi.
- Pól Eyðfinn hevur sjálvur teknað húsini - bæði innan og uttan, so hetta eru eini hús eftir hansara høvdi, men hann fekk nú ikki gleði av teimum so longi, sigur Simona við sorgblíðari rødd.
Simona gekk heima, tá vanlukkan hendi, so hon stúrdi fyri framtíðini. Men tað var ógrundað, tí hon fekk nógva og góða hjálp frá familjunum báðum og mongum øðrum eisini.
Eftir vanlukkuna tók Simona saman við brøðrunum hjá Pól Eyðfinni, Eyðsteini og Hjalturi, yvir línubátin Ågot, sum Pól Eyðfinn átti.
- Tað er púra vist, at var tað ikki fyri tað, so sat eg ikki í húsunum í dag, tí eg gekk sum sagt heima, og hvussu skal tað kunna bera til við nýggjum húsum. Vit fingu hjálp frá so mongum menniskjum, og tað eri eg sera takksom fyri.
Minnast pápan
Simona og børnini tosa nógv um Pól Eyðfinn. Og Simona tosar um hann í nútíð, sum um hann framvegis er ímillum tey. Tá tey tosa um hann, er tað næstan, sum um hann bert er burtur á einum av sínum túrum við Ågot. Tey vita tó øll betur. Men tað er ein stórur uggi fyri tey at kunna práta so nógv um hendan mannin, sum hevði alt at siga fyri teimum øllum ta stuttu tíð, honum unnaðist at vera millum tey.
Pól Eyðfinn, sum á pappírinum stavaðist Poul Eyðfinn, var ein fryntiligur og dámligur maður, sum flest øll kendu. Tað sást best á tí stóra fylginum, sum tók ímóti, tá Ågot kom aftur á Klaksvík og sum fylgdi Pól Eyðfinni til hansara seinasta hvíldarstað. Simona minnist hann best fyri eitt nú hansara lætta sinn.
- Hann var altíð við upp á fjas og skemt, og tí var tað altíð nógvur látur, tá hann var her. Vit høvdu tað avbera gott saman, og saknurin eftir honum er sera stórur. Eg má bara ásanna, at vit fáa hann ikki aftur. Annars komi eg ikki víðari, sigur hon álvarsliga.
- Men tað fer ikki ein dagur framvið uttan, at eg hugsi um hann. Og soleiðis fer tað altíð at verða.
Ísak og Olivia minnast sjálvsagt pápa teirra betur enn teir báðir yngru, men tó so minnist Petur, sum í dag er 7 ára gamal framvegis pápan væl. Tað heldur Simona kemst av, at tey práta so nógv um hann. Lítli beiggin í húsinum, tann í dag 4 ára gamli Bárður, minnist ikka pápa sín, men um okkurt er, til dømis um hann ikki fær sín vilja, so kann hann gott finna upp á at gráta eftir babba. Og tað kemst óivað eisini av tí sama, heldur Simona.
Hon greiðir frá, at Pól Eyðfinn hevði stórar ætlanir fyri framtíðina. Hann var so fyrndarglaður, tá hann í januar 1993 keypti egnan bát, línubátin Ågot, sum er uppkallaður eftir mammu hansara.
- Eg gekk við Oliviu, tá hann gjørdi av at keypa bátin, og eg átti hana í desember í 1992 í Havn. Og eg minnist, at Pól Eyðfinn hevði so nógv um at vera tá, at hann hevði slettis ikki tíð til at vera har, sigur Simona og flennir. Láturin ber brá av, at henni dámar væl at práta um hendingar og annað, sum hon og Pól Eyðfinn høvdu í felag.
Okkurt galið
Simona greiðir frá, at hon og trý tey yngstu børnini sótu og ótu døgurða, tá hurðin gekk. Í gongini stóð prestur, og Simoa hugsaði beinanvegin, at her ruggaði alt ikki rætt.
- Eg visti beinanvegin, at okkurt var áfatt, tí hví skuldi prestur koma á gátt hjá okkum ein sunnudag á døgurða? Men eg hugsaði ikki, at tað var Pól Eyðfinn, sum hann kom at bera okkum deyðsboðini um, sigur hon stillisliga. Hóast hon tosar við róligari rødd, so sást á henni, at tað framvegis er torført at tosa um hendingina.
Simona fór út í gongina at tosa við prest, sum bar henni sorgarboðini um Pól Eyðfinn.
Simona sigur, at hon minnist ikki so væl smálutirnar beint eftir, at hon hevði fingið deyðsboðini. Eitt nú veit hon ikki at siga fyri vissu, hvør segði teimum smærri børnunum tað. Elsti drongurin, Ísak, sum tá var 15 ára gamal, var ikki uppi. Men Simona tosaði sjálv við hann. Hann tók tað róligt, men sorgin var ovurhondsstór. Einasta dóttirin hjá Pól Eyðfinni og Simonu, Olivia, sum tá var seks ára gomul, var ein ordilig pápasa didda. Hon var altíð við pápa sínum allastaðni, tá hann var heima, og hjá henni var saknurin eisini sera stórur.
Hinir báðir synirnir, Petur og Bárður vóru tá ávíkavist 4 og 1 ára gamlir, so teir skiltu ikki so nógv, men tey bæði eldru skiltu, hvat tað var, sum var hent.
Nógv fólk hjálptu á ymiskan hátt familjuni, sum var fyri hesi vanlagnu. Simona og børnini fingu hjálp allastaðni frá í landinum.
- Tað var heilt ófatiligt, vit fingu hjálp frá øllum møguligum góðum menniskjum, sum vit nóg illa kendu. Kort og heilsanir á ymiskan hátt allastaðni frá, sigur Simona.
- Tað fløvir at fáa at vita, at so mong hugsaðu um okkum hasa tíðina.
Jólini
Vanlukkan hendi 31. oktober - bert knappar tveir mánaðar fyri jól. Og tað kann tykjast at vera mest sum ógjørligt at skapa jólahugna í slíkari sorgartíð. Men inni hjá Simonu á Rættargøtu jólaaftan 1999 vóru ikki minni enn eini 18 - 20 fólk. Øll hennara familja var har, systkini við teirra familju og pápi Simonu.
- Tað var nokk so rokaligt, men tað var hugnaligt, kortini.
Men saknurin eftir Pól Eyðfinni var ovurhondsstórur jóladagarnar, tí jólini eru ein serlig tíð, har øll ynskja at vera saman við sínum nærmastu.
- Pól Eyðfinn var sera nógv burtur, og eg eri vís í, at tað millum annað hevur hjálpt okkum til at læra okkum at liva við sakninum. Tí, um hann altíð var herheima, og so líka brádliga varð tikin frá okkum, so hevði tað óivað merkt okkum øll á ein øðrvísi hátt, heldur Simona, sum enn ikki hevur avgjørt, hvar og hvussu jólini verða hildin í ár.
Seinasta summar bleiv Simona omma, tá Ísak og genta hansara, Guðrun, fingu ein son. Hann er um hálvt ára gamal, og hann eitur Pól Eyðfinn.
- Hann hevði verið nakað stoltur, um hann var her, sigur Simona og smílist, meðan hon hyggur upp á eina av teimum mongu myndunum av Pól Eyðfinni, sum hanga uppi á veggunum í hugnaliga heiminum á Rættargøtu.
Ein fær ta fatan av henni, at her er talan um eina familju, sum hevur verið fyri eini syrgiligari vanlagnu, men sum á ein ella annan hátt hevur megnað at reist seg aftur, tá tað sá svartast út. Og tað er ongin ivi um, at Simona er ein djørv kvinna, sum við góðari hjálp hevur megnað at fingið eitt lív upp á beinini fyri seg og børnini eftir eina tílíka skelkandi vanlukku, sum hevði við sær, at teyð mátti verða uttan mann og uttan pápa.