Mugu semjast um svartkjaft

Løgmaður mælti á fundinum við breska fiskimálaráðharran til, at bretar og føroyingar draga eina línu og finna saman um eina semju, áðrenn svartkjafturin skal býtast

 

Anfinn Kallsberg, løgmaður er sera væl nøgdur við fundirnar hann hevur havt hesa vikuna við bæði skotska og bretska fiskimálaráðharran. Á fundinum við Elliot Morley, sum er bretskur ráðharri fyri fiskivinnu og fyri útjaðaran vóru felags fiskivinnuáhugamál viðgjørd.

? Vit umrøddu nógv av teimum somu málunum, sum vórðu viðgjørd á fundinum við skotska fiskimálaráðharran eitt nú felags fiskistovnar, gráa økið, regulering á Rockall-leiðini o.a. Men tað var kanska serstakliga spurningurin um svartkjaftin, sum varð tikin upp sigur Anfinn Kallsberg.

Í løtuni eru samráðingar um at finna eina semju um kvotuna. ?Har eru tað jú serliga ES og har serstakliga Bretland og Føroyar, har svartkjafturin heldur til, og tí eisini eftir míni meting tey strandalondini, sum hava størsta orðið at siga, tí tað er jú í hesum økinum svartkjafturin kann fiskast. Kunnu føroyingar og bretar finna saman um eina semju, so standa vit rættiliga sterkir í tí býtinum, sum har kemur burtur úr. Løgmaður viðgongur tó, at trupulleikin er tann, at vit í dag fiska kanska tvífalt so nógv av svartkjafti sum fiskifrøðingar mæla til at fiska. ?Tvs. at her skal ein veldug minking til og hon er altíð ring at selja politiskt hjá øllum.

Løgmaður sigur, at bretar heittu á føroyingar um at hjálpa teimum at fáa tikið upp í altjóða felagsskapum, at fáa regulerað veiðuna eftir smáhýsu við Rockall, sum er vorðin altjóða sjógvur. ? Vit svaraðu, at hetta er eitt mál sum okkara fiskimálaráðharrki tekur sær av men vit hava ta grundleggjandi støðu, at vitvilja vera við í reglulering av fiskiskapi, soleiðis at tað verður fiskað á burðardyggum grundarlag, og tað varð væl móttikið.

Anfinn Kallsberg váttar, at teir eisini umrøddu grindadráp. ?Vit góvu teimum tilfar um grind og grindadráp og greiddu teimum frá støðuni. Og tað haldi eg eisini kom heilt uppá pláss.