Nýggj Norrøna
Eitt nú hevur Nato síni egnu skip nú. Nýggja skipið verður so eisini bygt til at kunna taka nógv fleiri trailarar. Eisini verður tað bygt til at kunna taka tunga og stóra last, eitt nú konstruktiónir, sum kunnu viga heilt upp í 300 tons. Hóast Smyril Line ikki slapp at bjóða uppá útgerðarvirksemið í hesum umfarinum, har teir samstarvaðu við kenda norska felagið "Norsea", so metir stjórin í felagnum tað fer at verða meira spennandi tá og um olja verður funnin. Tá vil Norrøna vera heilt nátúrlig til flutning av tungum og stórum eindum. So hetta er eisini ein íløga í framtíðina. Her hugsar hann m.a. um tá og um ein veruliga oljuframleiðsla tekur seg upp um nøkur ár. -Tá eru vit so tilreiðar at taka okkum av flutningi í sambandi við eini møguligari útbygging av feltum á føroyskum øki sigur Óli Hammer.
Tá vit aftur spyrja stjóran í Smyril Line, hví teir eru farnir at leggja seg út til farmaflutning eisini, nú tað eru onnur skipafeløg, sum taka sær av hesum partinum, so vísir hann til, at hetta er ein lívstýðandi fortreyt fyri at fáa roknistykkið at hanga saman. Hvussu verður í oljuvinnuni er kanska enn nakað óvist, men á aliøkinum eru stórir møguleikar, nú tosað verður um at útflyta 100.000 tons um árið. Vinnan er fegin um flutningsmøguleikan hjá Smyril Line, nú vøran kann flytast órørd frá hurð til hurð. Henda møguleikan hava aðrir ikki og skulu vit aftur til gamla Líðartind fyri at finna sama konseptið.