Gestarøðari á Vinnudegi
-At tað eru 25 ár síðani oljuvinnan av álvara kom til Hetlands og Sullom Voe oljuhavnin varð tikin í brúk er ein stór hending fyri okkum øll í Bretlandi. Ikki bara tí at BP er ein av teimum størstu og mest týðandi fyritøkunum í Bretlandi, men eisini tí at Hetland hevur víst og prógvað, at tað hevur verið sera opið fyri íløgum, sum síðani eru komnar tess íbúgvum til góðar. Nú oljan og gassið minka krevur tað nýhugsan at møta framtíðar avbjóðingum, eitt nú hvussu tú vil brúka arbeiðsmegina, hvat BP og myndugleikarnir ætla og hvussu øll hesi liðini samam kunnu vera við til at tryggja Hetlandi eina góð og burðadygga framtíð.
Avbjóðingin er at kunna og duga at brúka hegni og royndir hjá fólkinum og laga hesi til morgindagin, soleiðis at man eisini kann troyta varandi orkukeldur sum vind, aldu og flóð og fjøru til at tryggja eina burðadygga gongd. Eg eri eisini sera fegin um, at hetlendingar eru farnir at hyggja at nýggjum leiðum eitt nú móti Føroyum, Íslandi og Noregi og fáa vinnulig sambond tann vegin ? og ikki bara líta móti bretska meginlandinum og Europa. Bretland hevur altið verið ein tjóð við handilsfólki, og tí er tað sera hugaligt, at eitt nú Hetland sær nýggjar handilsmøguleikar í Norðuratlantshavi.
Hóast hann hevur eina stóra ábyrgd og eisini stórt vald í Bretlandi í dag sum stjóri fyri bretska arbeiðsgevarafelagnum, hvørs limir, smærri og størri fyritøkur við 11 milliónir fólki í arbeiði, so viðgongur Digby Jones, at hann veit sera lítið um Føroyar, ikki meira enn tað hann lærdi í barnskúlanum, so hann er sera fegin um at hava fingið eina innbjóðing til at vitja Føroyar á Vinnudegnum næsta ár. -Tað sindri eg veit um tykkum er, at tit spældu javnt móti Skotlandi í fótbólti, og at tit og Danmark eru tætt knýtt.
Magni beyð honum til Føroya
Tað var Magni Arge, stjóri í Oljuvinnufelagnum og nevndarlimur í Føroya Arbeiðsgevarafelag, sum beyð honum til Føroya eftir ta karismatisku og dundrandi røðuna hann helt fyri 400 innbodnum í býráðshøllini í Lerwick næstseinasta mánakvøld.
Hetta er aðru ferð, at hann vitjar Hetland. Hann sær fegin, at bretar í størri mun vitja henda vegin, nú oyggjarnar eisini hava so stóran týdning fyri búskapin orsakað av oljuni og tær kunnu vera við til at byggja brýr millum bretska meginlandið og Europa og so samfeløgini í Norðuratlantshavi.
Digby Jones sær fleiri møguleikar í eini samvinnu millum Føroyar og Hetland. Eitt nú á tí tøkniliga økinum, tá tað snýr seg um at leita eftir olju og at taka sær av oljuni, tá tú hevur funnið hana. Eisini hevur tað týdning at gera sær greitt, hvussu ein stór oljuvinna kann broyta fólkið. -Tað er greitt, at tá tú er vorðin ein oljutjóð, so broytir tað eisini grundleggjandi lívið hjá íbúgvunum. Tað gevur vælferð men hevur eisini aðrar broytingar og avbjóðingar við sær, eitt nú sosialar. Eg haldi tí eisini, at eitt samstarv kann hava týdning fyri Føroyar, sum kunnu læra av Hetlandi, sum hóast oljuinntøkurnar hevur megnað at varðveita aðrar vinnuvegir, t.d. er fiskivinnan tvær ferðir størri enn oljuvinnan, og eg haldi, at føroyingar kunnu læra av tí. Sjálvur visti eg tað ikki, áðrenn eg kom til Hetland fyri fyrstu ferð seinasta summar.
Magni Arge sigur, at hann beyð manninum at vera ein av framsøgumonnunum má Vinnudegnum í september næsta ár, tí hann metti mannin at vera áhugaverdan fyri eina føroyska áhoyrarafjøld. Tað var ikki hálvtalað orð og hann tók av. Hann hevur altíð ynskt at koma til Føroyar. ?Hetta er heldur ikki ein og hvør. Sum eg havi skilt er hann tann stóra kanónin í arbeiðsgevarafelagnum í Bretlandi og sigst at hava javnt og tætt samband við Downingstreet nr. 10. Tey, sum hoyrdu hann her í kvøld, skilu, at hetta er ein maður, sum hevur rættiliga gott yvirlit um støðuna og ótrúliga góð oratorisk evni og uttan iva eina stóra ávirkan á tey fólkini, sum hann kemur í nánd av.
Boðskapurin
Boðskapurin hjá Digby Jones í røðu síni í sambandi við 25 ára dagin fyri Sullom Voe var rættiliga einfaldur. Hann var tann, at kappingin í heiminum verður harðari og harðari, har tú hevur Asia, Europa og Amerika í kapping við hvørt annað og fann Europa ikki út av at syrgja fyri, at teirra lond vóru kappingarfør við onnur, so fer Europa at tapa, og soleiðis sum hann upplivdi tað, so hevði man sera lítið skil í sínum egna húsi í Europa, har man spenti bein fyri hvørjum øðrum heldur enn at skapa góðar karmar, so man var kappingarførur. Tað sama upplivdi hann í Onglandi og teimum lokalu samfeløgunum í Onglandi, at man syrgdi ikki fyri, at teirra egna nærumhvørvi var kappingarført í tí stóra globala bílætinum. Tí tað er ein global hørð verð vit ganga ímóti, har tað ikki nyttar bara at sita og hyggja inn eftir í seg sjálvan. Vit verða noydd til at hyggja eftir, hvussu vit skulu klára okkum í kappingini við onnur. Tað var boðskapurin.
Magni Arge sigur, at boðskapurin var ikki nógv øðrvísi enn vit síggja tað aðrastaðni frá, men at tað var áhugavert at hoyra, hvussu umráðandi hann helt tað var fyri eitt land við 60 milliónum íbúgvum og í veruleikanum sá somu trupulleikar sum vit síggja við 50.000 íbúgvum.
Hann var sera skeptiskur, hvussu ES var bygt upp, hinvegin var hann ikki í iva um, at tað var neyðugt, at vit standa saman í Europa fyri at kunna klára seg í kappingini í framtíðini, men tað nyttar bara ikki at standa saman, um tú ikki kanst hava jøvn kappingarlig vilkor um alt Europa. Tað dugur ikki, at tað eru ójavnar fyritreytir í ymsum pørtum av Europa.
Hvat kann hesin maðurin tilføra Vinnudegnum næsta ár?
-Tað er altíð hugaligt at hoyra fólk, sum hava fingurin á pulsinum í størri búskapum, hvussu hesi síggja uppá tingini, men tey loysa ikki nakrar trupulleikar fyri teg. Tey geva tær neyðturviliga heldur ikki nakra loysn uppá, hvussu vit skulu bera okkum at í framtíðini, men tað gevur okkum eitt innlit í, hvat tey hugsa og hvussu tey síggja uppá tingini og tað kann man so fáa íblástur frá. Hinvegin er tað altíð stuttligt at hoyra fólk, sum sita í eini sentrali støðu aðrastaðni, hvussu veruleikin sær út í teirra eygum.
Eiga at hyggja móti Bretlandi
Magni Arge telist annars millum tey, sum halda, at vit áttu at hugt meira móti Bretlandi. At vit ikki hava gjørt tað so nógv kemst av tí danska og harvið tí skandinaviska sambandinum, kanska alt ov nógv tí danska, og tað er harmiligt, tí Bretland liggur okkum so nær. Hinvegin er tað eisini ein spurningur um tíð at broyta eitt slíkt mynstur. Hyggja vit t.d. til 1990, so høvdu vit tá ongan íblástur bretsku megin frá. Í dag er íblásturin so nógv størri enn hann nakrantíð hevur verið. Tað kemur m .a. frá oljuvinnuni og tí sambandinum, sum er skapt til Aberdeen og eisini tí sambandi vit hava skapt okkum til London og aðrastaðni við samferðsluni, so vit eru í ferð við at broyta okkum til at vera eitt meira altjóða kent samfelag enn vit vóru fyrr. Og tað haldi eg er positivt.