Helgi Abrahamsen, løgtingsmaður, Strendur
------------
”SEV noyðist at hækka prísin.” Soleiðis ljóðaði ein yvirskrift í einum av bløðunum í farnu viku. Yvirskriftin kløkkaði meg als ikki, og helst fara vit at síggja fleiri líknandi yvirskriftir í komandi tíðum.
El-framleiðslan í Føroyum er soleiðis samansett, at størsti parturin verður framleiddur úr olju, og tí sigur tað seg sjálvt, at hvørja ferð prísurin á olju hækkar, so verður framleiðslan eisini dýrari.
Nú er støðan blivin so vanlukkulig, at SEV sigur seg hvørki hava ráð at framleiða fyri verandi prís, ella at útbyggja alternativar orkukeldur. Vit eru við øðrum orðum komin í eina ónda ringrás.
Støðan er álvarslig
Vit mugu øll duga at síggja, at vit eru á vandakós. Neyðugt er tí at leggja allar gamlar ósemjur afturum og hyggja frameftir. Um vatnorka er betri enn vindorka ella øvugt, um SEV sjálvt skal fremja útbyggingar, ella onnur skulu gera tað, um feilir eru gjørdir her ella har, tað eru heilt aðrir spurningar.
Okkara samfelag er í eini álvarsamari støðu hvat orku viðvíkur, og tí mugu vit standa saman um at fáa framt útbyggingar, ið gera okkum minni heft av olju.
Tilvildin kann ikki ráða
El-orkan fyllir somikið nógv í okkara samfelag, at hvørja ferð tá brek er í framleiðsluni, so steðgar mestsum alt samfelagið upp. Tí kunnu vit ikki lata spurningin, um hvør hevur valdið undir tí prutlandi grýtulokinum í Miðeystri, vera avgerandi fyri, hvussu høgur prísurin skal vera á streymi í Føroyum.
Spurningurin er ikki, um SEV fer at hækka prísin ella ikki. Spurningurin er, um vit vilja brúka pengar til varandi orkukeldur nú, ella vit í framtíðini vilja lata prísin hækka í stórum. Longri vit bíða við at útbyggja alternativu orkukeldurnar, størri verður príshækkingin, tí oljuprísurin fer bara uppeftir (sæð yvir eitt longri tíðarskeið). Tí nyttar ikki at halda prísinum niðri, við at spara í útbyggingum. Nei lat okkum heldur koma í gongd við útbyggingum av varandi orkukeldum – ongantíð ov skjótt!