Annika Olsen heldur, at um Føroyar skulu gera sær vónir at vera ein viðleikari í Arktis, mugu vit seta okkara dám á veðurlagssáttmálan. Hatta ger hon greitt í einum skrivligum fyrispurningi, sum hon hevur sett Poul Michelsen, landsstýrismanni í uttanríkismálum.
Herfyri skrivaðu 171 lond undir ein nýggjan veðurlagssáttmála í New York, har tey bundu seg til at tálma upphitingini av heimshøvunum.
Annika Olsen, sum sat við ábyrgd á økinum, tá hon var landsstýriskvinna, harmast tó um, at Føroyar ikki eru nevndar í nýggja sáttmálanum, men at vit eru vorðin bólkaði undir Danmark.
Hon vísir á, at hóast eingin alheims avtala fekst í lag undir veðurlagsráðstevnuni í 2009, so syrgdu føroysku umboðini fyri, at Føroyar vóru nevndar sjálvstøðugt í yvirlitinum hjá ST-klimapanelinum.
- Hóast Føroyar sum lítil tjóð neyvan megnaði at gera tey stóru inntrivini í niðurskurðinum av veðurlagsgassum, so var breið semja í Løgtinginum um, at vit áttu at senda umheiminum greið boð um, hvar vit stóðu, og at vit eisini tóku umhvørvið í álvara, sigur Annika Olsen.
Løgtingið samtykti einmælt Veðurlagspolitikk Føroya í 2009, har málið var 20 prosent niðurskurður av útlátinum av vakstrarhúsgassum í mun til útlátið í 2005, og tað var hesin politikkurin, sum ST lat seg bergtaka av á COP15-ráðstevnuni í 2009.
Annika Olsen fílist nú á, at ikki einans eru Føroyar ikki nevndar í veðurlagssáttmálanum, men at vit í øllum lutum vera roknaði sum partur av Danmark. Og hon øtast um tíðindini, at eitt innanhýsis byrðubýti skal gerast millum Føroyar og Danmark, og at tað er Danmark, sum skal umboða Føroyar mótvegis ST.
- Um hetta verður veruleiki, er talan um eitt stórt afturstig fyri Føroyar á altjóða umhvørvis- og veðurlagssøkinum, sigur løgtingskvinnan hjá Fólkaflokkinum.
- Um vit veruliga meina, at Føroyar skal gerast miðdepil í Arktis, so má fyrsta stigið verða, at vit gerast sjónlig í altjóða høpi. Serliga hevur hetta týdning á veðurlagsøkinum, tí tað eru veðurlagsbroytingarnar, sum gera arktiska økið áhugavert millum heimsins tjóðir. Tí er tað okkara skylda at gera tað, vit eru ment, at sjónliggera Føroyar í nýggju veðurlagsavtaluni og ikki lata okkum lynda við at gerast partur av danska byrðubýtinum, sigur Annika Olsen í fyrispurningi til Poul Michelsen, landsstýrismann.