Mugu vinna á NSÍ

Intensiteturin var betri enn spælið helt Egil á Bø.

- Talan var kanska ikki um ein fantastiskan fótbóltsdyst, um tú hugsar um spælið. Men hann var rættiliga intensur. Hjá okkum ráddi fyrst og fremst um, at dysturin ikki skuldi tapast, og serliga var fyrri hálvleikur merktur av, at bæði liðini vóru varin.

- Eftir steðgin trýstir B36 kanska meira, og sjálvandi er tað keðiligt fyri okkum, at teir so eisini skora. Men eitt tap á útivølli í slíkum dysti er eingin vanlukka. Vit kunnu sjálvir gera av, hvørt vit næstu ferð skulu fáa samband við NSÍ. So tað ræður um at vinna tann dystin, heldur EB/Streyma-liðskiparin.