Munandi frægari úrslit hjá U19-landsliðnum í dag

Føroyska U19-landsliðið tapti 0-2 fyri kroatisku vertunum

Mynd: FSF

Føroyska U19-landsliðið er í hesum døgum í Kroatia fyri at kappast í EM-undankappingarbólki saman við Kroatia, Ísrael og Armenia.

 

Føroyar vóru mikudagin fyri stórtapið 0-6 (0-3) móti Ísrael.

 

Í dag gekk munandi betri móti vertstjóðini, Kroatia. Føroyar megnaðu at halda málið reint í fyrra hálvleiki.

 

Kroatia megnaði við tveimum skjótum málum í 50. og 52. minutti at leggja seg á odda 2-0, men tað eydnaðist eftir tað føroyska liðnum at binda fyri aftur, og endaði dysturin við einum 0-2 tapi.

 

Skotstatistikkurin við málmøguleikum segði 14-3 til Kroatia, so talan var um ein uppibornan sigur. Málroyndir innanfyri málrammurnar vóru 6-1 til Kroatia. 

 

Týsdagin klokkan 11.30 spælir føroyska liðið móti Armenia, ið tapti 1-2 fyri Kroatia. Í dag tapti Armenia bert 0-1 fyri Ísrael.

 

Aftaná tvey umfør hava Ísrael og Kroatia seks stig hvør. Føroyar og Armenia hava bæði fyrsta stigið til góðar.

 

Mynd: FSF