Í dag, leygardagin 30. apríl, hava Rasmunda og Bjarni Jacobsen livað saman í hjúnarbandið í eina hálva øld. Tey eiga hús í Havnini, har tey búðu í mong ár, og har halda tey framvegis til. Men tey hava eisini verið nógv í Svínoy, har Bjarni saman við synum hevur havt smoltstøð, og har tey bæði við síni vinnandi framferð eru nógv avhildin.
Rasmunda ella Munda, sum er fødd 30. juni í 1930, er ættað úr Kunoy. Foreldur hennara vóru Sanna og Sivar Fredriksen ella Sivar í Kunoy, sum hann varð nevndur í Klaksvík. Tá ið Munda var tíggju ára gomul, fluttu foreldur hennara úr Kunoy og inn á Bumshamar í Klaksvík at búgva.
Sanna og Sivar fingu fýra børn: Mia, Magnus, Kaja og Munda. Tær tríggjar búsettust í høvuðsstaðnum og Magnus í Klaksvík. Kaja doyði fyri nøkrum árum síðani. Sivar var sjómaður, og tá ið hann var eldri og uppilagstur, var hann sera hugnaligur og fryntligur at koma á tal við.
Munda arbeiddi sum ung í handli. Hon var hjá Kemma og hjá Gudda.
Bjarni, sum er føddur 12. juli í 1932, er sonur Mallu og Edvard Jacobsen í Svínoy. Tey fingu fýra synir - Bjarni, Helgi, Atli og Ingi. Helgi býr í Klaksvík, Atli á Eiði og Ingi í Havnini. Øll, sum hava verið í Svínoy, komast við Mallu og Edvard, sum Zacharias Zachariassen og Leirkerið í 1989 góvu endurminningar út eftir. Bókin eitur Minniligar hendingar, og har sigur Edvard í Svínoy frá lívi sínum og harvið frá nógvum av tí, sum Bjarni er runnin av, og sum hann hevur upplivað. Tiltikin er stóri fagnaðardagurin í Svínoy, tá ið Malla í juli í 2002 helt 100 ára føðingardag.
Bjarni var 14 ára gamalur, tá ið hann fór til skips. Hann hevur sera góðar hendur - tað man ikki minst stava frá Nornastovuslagnum í Mikladali, sum mamman var av - og tí var tað ikki so undarligt, at Bjarni í fyrstu syftu gjørdi skjótt av við skipslívinum. Hann fór at læra jarnsmíð í Ídni í Klaksvík, og aftaná lærdi hann til maskinmeistara.
Meðan hann var undir útbúgving, búði Bjarni á Bumshamri hjá mammubeiggjanum, Símuni hjá Póli, og tá var tað, at tað rann saman millum Mundu og hann.
Tá ið Bjarni var liðugur við útbúgvingina, fór hann út at sigla við ØK. Munda flutti niður til Keypmannahavnar at búgva. Hon arbeiddi hjá KFUM & K, og 30. apríl í 1955 giftust tey bæði á Ráðhúsinum í Keypmannahavn.
Í 1956 tóku tey heilt óvanligt stig. Tá fluttu tey til Cap Tobin í Eystur Grønlandi at búleikast í tvey ár. Bjarni hevði fingið maskinmeistarastarv á elverkinum har. Tað mundi uttan iva vera uppliving fyri lívið at búleikast heilt atskyld frá umheiminum í villmarkini og ímillum tey innføddu. Í fríløtunum slapp Bjarni rættuliga at royna seg sum veiðumaður, um tað so var á ísbjarnarveiðu, kópaveiðu ella úti á ísinum til fiskarí. Og tá ið Munda eitt nú skuldi til handils í Scoresbysund, noyddist hon at taka riffluna á bakið, spenna tólv grønlandshundar fyri sletuna við førarahundinum Malabar á odda og so avstað.
Eftir at tey vóru komin aftur til Føroya, búsettust tey í Klaksvík, og síðani fluttu tey til Havnar, har tey fyrst búðu á Fjósatrøðni og síðani 1970 á Frælsinum, har tey framvegis búleikast.
Munda og Bjarni eiga seks børn. Mallu fingu tey, meðan tey vóru í Keypmannahavn. Sjúrður varð føddur í Grønlandi, Edvard og Súsanna sóu á fyrsta sinni dagsins ljós, meðan tey búðu í Klaksvík, og Bogi og Rósa vórðu fødd, meðan tey búðu á Fjósatrøðni. Rósa býr í Sveis, og hini børnini búgva í Havnini.
Eftir at hann var komin aftur til Føroya, fór Bjarni at sigla sum maskinmeistari við fiskiskipum, og tað gjørdi hann í mong ár. Sumrini 1961 og 1962 var hann tó í Føroyingahavnini, har hann saman við pápanum og tveimum brøðrum róði út við seksæringinum Sildini, sum hann sjálvur hevði smíðað. Í 1971 og 1972 var hann heima og smíðaði bátar í kjallaranum í sethúsunum á Frælsinum. Abbin, Pól í Nornastovu, var tiltikin bátasmiður, og tað vóru synir hansara í Yvirstovu í Svínoy eisini. Bjarni man hava smíðað einar hálvt hundrað bátar, og teir eru snøggir.
Meðan børnini vóru smá, og maðurin sigldi, var tað luturin hjá Mundu, sum hjá so mangari aðrari føroyskari konu, at vera við hús og taka sær av manni, børnum og øllum tí, sum hartil hoyrir. Øll, sum bara hava havt eitt lítið sindur við hesi fólkini at gera, vita, at børnini hava fingið ein ómetaliga kærleiksfullan uppvøkstur, og at gestablídni og Guds trúgvin hava verið sett í hásætið í heiminum.
Í 1980 lótu Bjarni og beiggi hansara Ingi byggja ísfiskatrolara í Fraklandi. Trolaran, sum teir kallaðu Dragaberg, høvdu teir í fimm ár, og so seldu teir hann til Hans Paula Johannesen.
Í 1986 tóku Munda og Bjarni aftur eitt stórt og í eygunum á mongum óvanligt stig. Tá fóru tey til Svínoyar, har Bjarni frammanundan átti húsini hjá abbanum á faðir síðuni, Símuni Júst Jacobsen. Setningurin í Svínoy var at fáa smoltstøð upp at standa. Tað var ikki neyðugt við fremmandum byggiharra, tí Bjarni stóð sjálvur fyri allari byggingini. Smoltstøðin menti seg til stórt og nýmótans arbeiðspláss, sum var við til at blása lív aftur í Svínoynna.
At alivinnan seinastu árini hevur verið fyri stórum bakkkasti, hevur havt við sær, at tað fyri tíðina ikki er lív í smoltstøðini í Svínoy. Men Bjarni er framvegis eldhugaður fyri, at tað skal vera liviligt í Svínoy, og hann hevur verið ein at ítarstu talsmonnunum fyri at fáa myndugleikarnar at skilja, at tað er alneyðugt hjá teimum í verki at sýna ábyrgdina og vísa viljan at vera við til at bjarga búplássinum, sum teir so ofta í orðum siga seg vera til reiðar at gera.
Stóri dagurin hjá Mundu og Bjarna verður saman við teimum næstu hildin í Danmark, har tey fyri hálvt hundrað árum síðani góvu hvør øðrum sítt ja.