Tjaldur-Stjørnan 31-17
(7-16)
Tað var heldur ikki meir enn væntað, at Klaksvíksgenturnar skuldu vinna ein greiðan sigur móti Tjaldrinum sunnudagin.
Stjørnan hevur higartil í ár bert tapt ta einu ferðina, meðan Tjaldur hinvegin enn eigur fyrstu stigini til góðar.
Himmalvíður munur hevur eisini verið á spælinum, sum liðini bæði hava sýnt, og uttan at taka nakað frá Tjaldrinum kann sigast, at tað hevði verið meira enn ein risa sensatión, um tær høvdu skalað mótstøðuliðnum úr Klaksvík.
Gjørdu skjótt av
Klaksvíksgentur hildu helst ikki, at tær skuldu nýta hesar 60 minuttirnar til óneyðugt fjant og fjast, og fóru tær tí beinanvegin til verka.
Beinan vegin vunnu tær sær eina hampuliga trygga leiðslu, og tá farið var til hálvleiks, var eingin sum helst ivi um, hvørt at liðunum báðum skuldi hava tey bæði stigini, sum vórðu givin fyri dystin.
Í seinna hálvleiki kundu FM-favorittarnir taka sær eitt sindur av løttum, og nú fingu tær á heimaliðnum eisini loyvi til at vera eitt sindur við í spælinum.
Sum vera man, so var ferðin á spælinum nógv minni seinasta hálvan tíman, við tað at útiliðið so at siga longu hevði fingið tað, sum tær vóru komnar eftir, ímeðan Tjaldur hugsaði meira um at avmarka tapið.
Vesna við aftur
Tá Stjørnan leikti seinasta dystin í grundspælinum móti Kyndli, sat leikandi venjarin, Vesna Tomajek, uttanfyri. Orsøkin til hetta var, at hon hevði fingið ein heldur harðan stoyt, og tí var forðin nakað eym í rygginum.
Sunnudagin var hon tó aftur at síggja á vøllinum, og hennara partur lá so ikki eftir, tá dysturin var liðugur.
Ikki er tað bara við málskjótingini at hon ger um seg, tí við kvika og tekniskt góða spælinum, er hon ein av høvuðsorsøkunum til, at Stjørnan í løtuni er heitast favoritturin at vinna FM-heitið.
Í hvussu so er skulu mótstøðuliðini vísa nakað væl meira enn Tjaldur, um tey skulu gera sær nakrar sum helst vónir um at fáa stig burtur úr dystunum móti klaksvíksgentunum.
Dysturin í tølum
Málskjúttar:
Tjaldur: Heidi Jacobsen 4, Mona Langgard 4, Hansa Mikkelsen 3, Sunrid Gleðisheygg 2 (2), Sonja Gleðisheygg 2, Kristine Ellingsgaard 2
Stjørnan: Vesna Tomajek 11 (3), Simona Hansen 5 (1), Joan M. Joensen 4, Annika Ljósstein 3 (1), Jastrid Gullaksen 2, Andriana Milodanovic 2, Una Olsen 2, Ragna Andreasen 2
Brotskøst:
Tjaldur 3, Stjørnan 7
Útvísingar:
Tjaldur 8, Stjørnan 1
Dómarar úr Kyndli:
Hanus Kúrberg og Hans Thomassen