Musikklærarar í Gerðarrættin

Ósemjan millum Musikklærarafelagið og Fíggjarmálaráðið og Mentamálaráðið um koyripening til musikklærarar endar nú í Fasta Gerðarrættinum.

Partarnir vóru á einum seinasta fundi í mánadagin, men har var eingin loysn funnin. Við Útvarpið segði formaðurin í Musikklærarafelagnum, Sunleif Rasmussen, at tað er láturligt at eitt mál um bara 200.000 krónur skal koma so vítt. Í tvey ár hava musikkskúlalærararnir ikki fingið endurgjald fyri tíðina, tey brúka til ferðing. Tað hevur gjørt, at fleiri lærarar hava søkt starv á teimum stóru plássunum, so tey sleppa undan at ferðast, og tískil eru færri lærarar eftir úti á bygd.