Musikkskúlaorkestur konsert í Reinsarínum

Í morgin, mánadagin, klokkan 16.00 hava tvey orkestur úr Tórshavnar Musikkskúla konsert á Reinsarínum í Tórsgøtu, hesi eru Lúðrar og Skúlaorkestur Tórshavnar Musikkskúla.

Í morgin, mánadagin, klokkan 16.00 hava tvey orkestur úr Tórshavnar Musikkskúla konsert á Reinsarínum í Tórsgøtu, hesi eru Lúðrar og Skúlaorkestur Tórshavnar Musikkskúla.

Orkestrini í Tórshavnar Musikkskúla hava fýra verkætlanir um árið, og hesar enda sum oftast við framførslu. Í heyst vóru orkestrini á konsertferð í Stranda skúla og í Kelduni í Skálafirði, og í desember mánaði høvdu orkestrini uttandura konsert í Miðbýnum.

Í sambandi við triðju verkætlanina í ár, verður skipað fyri konsert í Reinsarínum í Havn.

Orkestrini hava vant eina fjølbroytta skrá, og fara at framføra eitt breitt úrval av tónleiki skrivað fyri blásiorkestur.  

Tað er blásilærarar Tórshavnar Musikkskúla sum venja orkestrini, Peder Riis-Jensen og Atli K Petersen stjórna.

Hjartaliga vælkomin til konsert mánadagin 16. mars kl. 16.00 í Reinsarínum.