Musikkstevnan 2011 verður í Norðurlandahúsinum

Harmoniorkestrið GHM skipar fyri árligu musikkstevnuni, sum hesaferð verður í Norðurlandahúsinum í tíðarskeiðnum 19. til 21. mai. Skráin verður fjølbroytt, siga fyrireikararnir. Harmoni- og hornorkestur úr øllum landinum hittast árliga dýra biðidagsvikuskiftið. Eins og undanfarin ár verður umframt høvuðskonsertina eisini hildið eitt verkskeið og ein konsert við skúlaorkestrum. Í ár verður Føroya

 

Landsorkestur eisini partur av skránni.

 

Musikkstevnan fær vitjan úr Íslandi. Skúlaorkestrið av Akureyri og Akureyri Big Band fara eisini at seta sín dám á hesa musikkstevnuna.

 

Í ár roynir GHM at seta nakrar karmar um konsertina fyri at gera hana so lurtaravinarliga sum gjørligt. Orkestrini hava fingið ein leist at velja eftir til tónleikaframførsluna. Orkestrini kunnu velja trý tónleikastykki burtur úr hesum tónleikasløgum til sína framførslu: Nýggj føroysk kompositión, swing, stykki við solisti, filmstónleikur ella marsjur.

 

Høvuðskonsertin leygardagin verður partvíst skipað sum ein kapping. Teir tríggir dómararnir skulu meta um bestu samansettu skrá, besta spælandi orkestrið og tað festligasta íkastið. Vinningar verða eftir heildarmeting latnir trimum orkestrum.

 

Fólk í øllum aldri manna føroysku harmoni- og hornorkestrini. Musikkstevnan er tað árliga hæddarpunktið hjá hesum tónleikarum, har høvið er hjá orkesturlimum úr øllum landinum at hoyra onnur orkestur og at hitta aðrar spælarar. Í Harmoniorkestrinum GHM eru tey spent eftir at musikkstevnan 2011 skal byrja.

 

Hesum boðar Harmoniorkestrið frá í dag.