Stjórin í Tesla, Elon Musk, hevur framvegis rætt til lønarpakkan, sum ein dómari í amerikanska statinum Delaware vrakaði fleiri ferðir í fjør.
Tað kom hægstirættur í statinum fram til í kæru mikudagin, skrivar Reuters.
Upprunaliga var lønarpakkin uppá 56 milliardir dollarar, men av tí at kursurin á partabrøvunum hjá Tesla síðani er hækkaður, er lønarpakkin nú verdur 139 milliardir dollarar, sum svarar til 886 milliardir í okkara krónum.
Lønarpakkin varð upprunaliga góðkendur av partaeigarunum í Tesla aftur í 2018 og hevur síðani verið kritiseraður fyri at vera ov stórur.
Í januar 2024 fann dómarin Kathaleen McCormick í Delaware útav, at lønarpakkin var ov stórur.
Dómarin førdi millum annað fram, at partaeigararnir í Tesla ikki góðkendu lønarpakkan á upplýstum grundarlagi tá.
Nevndin í Tesla sendi síðani lønarpakkan til atkvøðugreiðslu aftur, og íleggjararnir góðtóku hann aftur. Men dómarin Kathaleen McCormick gav lønarpakkanum reytt ljós aftur í desember í fjør.
Men teir fimm dómararnir í hægstarætti í Delaware komu mikudagin til eina aðra avgerð.
– Tað er óumstrítt, at Musk til fulnar leyk treytirnar fyri lønini (av lønarpakkanum, red.) í 2018, og Tesla og partaeigararnir hava fingið løn fyri hansara arbeiði, skriva dómararnir í avgerðini fríggjadagin, sambært tíðindastovuni AFP.
Elbilaframleiðarin Tesla svaraði ikki áheitan frá Reuters um avgerðina leygarkvøldið.
Sjálvur hevur Elon Musk viðmerkt eitt uppslag á sosiala miðlinum X, sum hann eigur, sum snýr seg um avgerðina. Her skrivar Musk, at hann er blivin rættaður.
Í november í ár atkvøddu partaeigararnir í Tesla fyri enn einum lønarpakka til Musk. Lønarpakkin er virðismikil 878 milliardir dollarar yvir eitt tíggju ára tíðarskeið.
Upphæddin svarar til 5.685 milliardir krónur.
Í lønarpakkanum eru nøkur krøv viðvíkjandi virðisskapan hjá Tesla.
Elbilaframleiðarin skal millum annað gera 20 milliónir akfør komandi áratíggjuni, samstundis sum ein millión av bilføraraleysu hýruvognunum hjá Tesla skulu vera í rakstri kring heimin.
/Ritzau/











