Múte B. Egede syrgir pápa sín

- Kenslulívið er týdningarmikið. Tað er ein partur av lívinum, sigur landsstýrisformaðurin í Grønlandi, Múte B. Egede, sum fyri fáum vikum síðan misti pápa sín, bert 66 ára gamal.

- Tað hevur sjálvandi ávirkað meg nógv, at pápi mín doyði, sigur Múte B. Egede, landsstýrisformaður.

Stjórnarleiðarin í Grønlandi, 34 ára gamli, Múte B. Egede, hevur nú sitið til róðurs í níggju mánaðir - við sigrum og tapum. Men, ein persónligur sorgarleikur fyri fáum vikum síðan hevur sogið alla orku úr unga manninum.

 

Við professionellari hjálp er hann tó við at koma á føtur aftur, og politiski arbeiðsdagurin er so smátt við at koma í sína føstu legu aftur. Hin 30. november doyði pápi hansara, Otto Egede, 66 ára gamal í Danmark.

 

- Kenslulívið er týdningarmikið. Tað er ein partur av lívinum, sigur Múte B. Egede, tá Sermitsiaq setir honum stevnu at skifta orð um hesar níggju mánaðirnar sum landsstýrisformaður í Grønlandi.

 

Í samrøðuni sigur landsstýrisformaðurin, at tað er altíð hart at missa ein av sínum kæru - og serliga annað av foreldrunum. 

 

- Tað eru foreldrini, tú knýtir fyrstu sambondini til, tá tú kemur í henda heimin. Tað hevur sjálvandi ávirkað meg nógv, at pápi mín doyði, og stóra sorgin hevur sjálvsagt eisini ávirkað mín gerandisdag, sigur Múte B. Egede.

 

 

 

- Tað hevur sjálvandi ávirkað meg nógv, at pápi mín doyði, sigur Múte B. Egede, landsstýrisformaður.