info
Ongi úrslit

Taka slett ikki undir við at hækka pensjónsaldurin

Fakfeløg ætla sær at møta í Løgtinginum í morgin, tá uppskotið um at hækka pensjónsaldurin verður til viðgerðar

Eirikur Lindenskov
13. mars 2025 kl. 11:27

Í morgin er uppskotið hjá Sirið Stenberg um at hækka pensjónsaldurin til 70 ár á skranni.
Talan er um uppskot, har pensjónsaldurin verður hækkaður skjótari til 70 ár enn annars ætlað sambært galdandi lóg um fólkapensjón.
Og tá pensónsaldurin hækkar, so broytir tað samstundis ymsar aðra skipanir, so sum útgjald úr Samhaldsfasta, útgjald av egnari pensjóns, eins at fólk skulu gjalda trý ár longri inn til Barsilsskipanina, Arbeiðsloysisskipanina og Kringvarpið.
Sonja Jógvansdóttir, samskipari hjá fakfeløgunum í Samtaki, sigur, at tað er ein rættur at fara á pensjón og fáa úr Samhaldsfasta, tá tú hevur verið á arbeiðsmarknaðinum í eitt drúgvt áramál.
– Summir starvsbólkar slítast skjótari enn aðrir. Okkara limir hava verið eini 5 til 8 ár longri á arbeiðsmarknaðinum enn aðrir starvsbólkar, og tí kann man ikki soleiðis skera øll yvir ein kamb, heldur hon.
Men tá nú hetta er eitt uppskot frá landsstýrisflokkinum, so merkir tað uttan iva, at tað verður samtykt uttan hóvasták í Løgtinginum. Hvat halda tit um tað?
– Tað vil eg sanniliga ikki hopa, tí so eru tey slett ikki í ordan, sigur Sonja Jógvansdóttir.
– Eg veit, at nógv verkafólk hava kenslu av at verða umlopin av sitandi samgongu. Og hettta er bara enn eitt slag í andlitið frá samgonguni, sigur hon.
– Eg skilji bara ikki, at Javnaðarflokkurin og Tjóðveldi hava vent verkafólkinum so nógv bakið hesi síðstu árini. Eg skilji tað ikki, tað eru veruliga nøkur viðurskifti, sum treingja til at verða gjørd, og tað eru veruliga nøkur fólk, sum treingja til, at systemið sær tey. Tí eru tað so øgiliga nógv, sum eru skuffað, sigur Sonja Jógvansdóttir.
Hon vísir aftur á, at limirnir í arbeiðarafeløgunum fara nógv fyrr á arbeiðsmarknaði, enn onnur fólk. 
– Tí mást tú hava ein innbygdan rætt at fara á pensjón, tá tú hevur arbeitt fysiskt arbeiði í ávíst áramál, heldur samskiparin hjá Samtaki.
Sonja Jógvansdóttir leggur dent á, at hetta stigið hjá landsstýrinum fer ikki aftur við borðinum uttan svørðslag.
– Hetta kunnu tey virkuliga ikki vera bekent. Verkafólkið hevur veruliga brúk fyri, at onkur sær tey og lurtar og tekur teirra støðu í álvara. Hetta, sum landsstýrið ætlar, er beint tvørturímóti, sigur hon.
– Fyri arbeiðaran sær tað út til, at er fullkomiliga líka mikið, um løgmaður eitur Aksel, Bárður ella okkurt annað. Eg skilji ikki, hví tað ikki verður uppreistur í baklandinum hjá Javnaðarflokkinum og Tjóðveldi av hesum, tí báðir flokkarnir vórðu stovnaðir av arbeiðsfólki og fiskimonnum, sigur hon.
Spurd um, hvørji stig fakfeløgini ætla at taka svarar hon, at nú er tíð uppá, at fakfeløgini gera ein ordans vørr.
– Vit fóru upp á barrikadurnar í 2011, og tað er tiltrongt, at vit gera tað aftur nú, sigur Sonja Jógvansdóttir.

Mest lisið hesa vikuna

Maður doyði á veg umborð á Atlantsflog

Í gjár kl. 07:59

Tvey samdøgur á kjølinum

12. september kl. 01:17

Garasjan hjá Georg verður tikin niður

14 tímar síðan

Eysturoyar-tunnilin stongdur úr Havn

11. september kl. 13:57

Stór mótmælir um alt Týskland

12. september kl. 22:42

Myndir: Tingfundur 10.09.26

10. september kl. 20:06

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Kríggið móti Iran hevur kostað USA 246 milliardir krónur

45 minuttir síðan
Tíðindi

Peter og Rachel Hansen í Betesda mikukvøldið

3 tímar síðan
Tíðindi

Eivør gevur nýtt staklag út

4 tímar síðan
Tíðindi

Almannaverkið keyp­ir tveir buss­ar til koyri­stóls­brúkarar

4 tímar síðan
Tíðindi

Talvlandsliðið komið til Usbekistan

4 tímar síðan
Hondbóltur

Liðið hjá Anniku hevur fingið eina haltandi byrjan

4 tímar síðan
Tíðindi

Sølva Ford aftur á pall í Føroyum

5 tímar síðan
Fótbóltur

André Olsen hevur tikið út U19-landsliðshópin

5 tímar síðan
Hondbóltur

Landsliðsliðskiparin var millum toppskjúttarnar hjá CSM Bukarest

6 tímar síðan
Tíðindi

Vil hava svar um aldursmark á sosialum miðlum

6 tímar síðan
Tíðindi

Merz vil gera inntriv móti methøgum brennievnisprísum

7 tímar síðan
Tíðindi

Umhvørvisstovan, quo vadis 1 (av minst 5)

8 tímar síðan