My Big Fat Greek Wedding

Filmsummæli

Hetta er ein romantiserað komedia um Romeo & Juliet parið í eini amerikanskari versión. Toula er 30 ára gomul og býr framvegis heima hjá foreldrunum. Tey eru upprunaliga úr Grikkalandi, og foreldrini - serliga pápin - ganga ógvuliga høgt upp í teir grisku siðirnar og halda fast við, at børnini ikki skulu gloyma teirra uppruna.
Familjan eigur eina matstovu, har Toula arbeiðir. Toula er gjørd "ljót" í byrjanini av filminum. Við hjálp av brillum, ljótum klæðum og brillum, megna filmsmakararnir at fáa Toulu at síggja "kiksaða" út. Hon er ikki sum hini, og tað minnist hon eisini frá skúlanum tá hon var lítil.
Toula hevur ein beiggja og eina systir. Beiggin og systirin akta pápan og gera sum hann vil, og tí eru tey høgt í metum hjá foreldrunum. Toula er so at siga tað svarta lambið í familjuni. Hon skilir ikki, hví tey skulu halda fast í teirra uppruna, og tá hon so hittir amerikanska Ian Miller fær pípan eitt annað ljóð. Ian Miller, leiktur av John Corbett, sum vit kenna millum annað sum Aidan í Sex and the City, er high-school lærari.
Ian og Toula forelskað seg sjálvandi hvør í øðrum, men við einum mótstríðandi pápa, sum heldur, at allir trupulleikar kunnu loysast við vindeygareins, verður tað trupult nakrantíð at síggja eina framtíð saman fyri tey bæði.
Alt bendir á, at Toula og Ian ongantíð sleppa at giftast. Men vísdómsorðini hjá mammu Toulu vístu seg at halda: Maðurin er yvirhøvdið í familjuni, men konan er nakkin, og hon kann venda høvdinum allar vegir, sum hon vil.

Familjan hjá Toulu er stór og larmar illa, meðan foreldrini hjá Ian hoyra til amerikanska yvirklassan við fínum fornemmilsum, so tey fáa eitt sjokk fyrstu ferð tey hitta grisku familjuna.

Henda Romeo & Juliet komedian endar tó væl. Brúdleypið verður hildið aftaná nógv roks og fjast av øllum møguligum slag. Millum annað skal Ian fyrst doypast í eini ortodoksari-griskari kirkju, tí annars sleppa tey ikki at giftast í eini slíkari.

Hetta er ein amerikansk komedia so tað baskar. Hetta er eitt yvirdrívilsi av suðurlendskum innflytarum í Sameindu Tjóðunum á ein stuttligan hátt. Filmurin er stuttligur, men tú skalt ikki vænta at fáa ilt í búkin so nógv tú flennir. So um bindiklubburin ella kanska enntá eitt par ætlar sær út at síggja eina romantiska komediu, so er hetta filmurin fyri tykkum.