Ætlanin var, at Mylnuhandlarnir í Havn skuldu hava opið jólaaftan frá klokkan 7 til klokkan 12. Men hetta er nú avlýst vegna veður.
– Hetta eru eini bráðfeingis boð frá okkum, allar Mylnurnar eru stongdar jólaaftan vegna veður, sigur Regin W. Dalsgaard, býlings- og marknaðarstjóri í SMS.
Tað er ringa veðrið í kvøld og ringu veðurvánirnar í morgin, sum hava fingið leiðsluna at tikið hesa støðu.
– Orsøkin er ringa veðrið, har vit taka atlit til starvsfólk og kundar. Vit lata upp aftur annan jóladag kl. 7, sigur Regin W. Dalsgaard.