Myndaframsýning á Kunningarstovuni í Vágum

Miðvingurin Gudmund Hentza Niclasen hevur í døgunum frá mánadegnum 3. november til leygardagin 8. november myndaframsýning í Kunningarstovuni í Vágum. Myndaframsýningin hjá Gudmundi Hentza er av ?Annarleiðis tiknum myndum av føroysku natúruni frá haga, áum og urð?.

Myndirnar eru fyri tað mesta av ymiskum skapi, sum natúran sjálv hevur sniðgjørt í steinum, klettum, áum og svørði.

Eisini verður eitt málaríð av kvinnu málað av Gudmundi Hentze í 1939. Hetta málarí, sum er í privateigu, er ongantíð fyrr sýnt fram alment.

Opið verður mánadag til fríggjadag frá kl. 8 til 16, leygardagin frá kl. 15 til 18.