MYNDIR: Onglendingar í ovfarakæti

Enska kvinnulandsliðið í fótbólti – eisini kent sum ljónsløðurnar – fekk risastóran fagna eftir sigur í EM-finalu

 

Finalan á Wembley hevði verið útseld í góðari tíð. Her síggjast ein partur av metstóru áskoðarafjøldini fara ímóti eyðkenda leikvøllinum. - Foto: Henry Nicholls/Reuters

Enska kvinnulandsliðið í fótbólti varð fagnað sum ongantíð áður í EM-endaspælinum, sum endaði við ævintýrakendum 2-1 sigri til móðurland fótbóltsins í finaluni ímóti Týsklandi.

Her eru fleiri myndir frá fagnaðinum hjá ensku fótbóltsviðhaldsfólkunum eins og ein video frá Buckingham Palace, har gardan undir vaktarskifti spldi »Sweet Caroline«, sum er eyðkennislagið hjá kvinnulandsliðinum.

 

##med##

 

##med2##

 

##med3##

 

##med4##

 

##med5##

 

##med6##

 

##med7##

 

##med8##

 

##med9##

 

##med10##

 

##med11##

 

##med12##

 

##med13##

 

##med14##

 

Finalan á Wembley hevði verið útseld í góðari tíð. Her síggjast ein partur av metstóru áskoðarafjøldini fara ímóti eyðkenda leikvøllinum. - Foto: Henry Nicholls/Reuters

Hildið verður, at ovurstóri áhugin fyri enska landsliðinum fer at síggjast aftur í gentu- og kvinnufótbólti í Onglandi. Her eru børn og vaksin í ovfarakæti eftir sigurin. - Foto: Henry Nicholls/Reuters

Viðhaldsfólk ovurfegin í Croydon nærindis London, har sigur varð vístur á stórskíggja, eftir at Ella Toones hevði skorað til 1-0. - Foto: Andrew Boyers/Reuters

Hjá nógvum enskum børnum og ungum eru tær á kvinnulandsliðið vorðnar tjóðarhetjur. Myndin er tikin framman fyri Webley eftir sigurin. - Foto: Henry Nicholls/Reuters

Eydnurík foreldur við døtrum sínum á herðunum eftir finaluna. - Foto: Henry Nicholls/Reuters

Smílini vóru stór, eftir at Ongland vann eina stóra kapping fyri fyrstu ferð síðani menninir vunnu HM finaluna í 1966 móti Vesturtýsklandi. - Foto: Henry Nicholls/Reuters

Pubbir og stórsskíggjar fingu nógv fólk út á gøturnar til finaludystin. - Foto: Andrew Boyers/Reuters

Tað gjørdist seint hjá mongum viðhaldsfólkum, sum hildu á við at fagna kvinnurnar í fleiri tímar eftir sigurin. - Foto: Andrew Boyers/Reuters

Vónbrotið var eyðsýnt og sást týðuliga í andlitunum hjá hesum ungu týsku viðhaldsfólkunum eftir tapið. - Foto: Alessandra Tarantino/Ritzau Scanpix

Ensku pubbirnar høvdu úr at gera. Her botnar ein kvinna at glas av øli eftir sigurin. - Foto: Andrew Boyers/Reuters

Viðhaldsfólk taka eina selfie við Chloe Kelly, høgrumegin, sum skoraði sigurismálið í longdu leiktíðini. - Foto: John Sibley/Reuters

Á Trafalger Square í London vóru fleiri túsund fólk á gøtuni undir dystinum. - Foto: Maja Smiejkowska/Reuters

Gleðin var ovurstór á Wembley, tá dómarin bríkslaði fyri seinastu ferð. - Foto: Dylan Martinez/Reuters