Kenda danska listakvinnan Solvejg Refslund fer at undirvísa, og eingin tekur hana, tá ið tað kemur til skeið av hesum slagi.
Solvejg er ”sjálvlærd” og hevur torað sera væl at gingið nýggjar og spennandi leiðir, og hevur verið ófør at funnið øðrvísi mátar at gera tingini uppá, hon hevur fingist við myndlist í eini 30 ár og hevur hildið skeið í nógvum londum, t.d. í Íslandi, Norra og Svørríki og í Føroyum var hon fyrst í 90-unum og helt skeið í Runavíkar skúla.
Henda góða kona kemur nú aftur hendan vegin, og spennandi verður at síggja, hvussu hon fer at fáa skeiðsluttakararnar at sleppa hugflognum leysum, og við sínum seymimaskinum fara at mála hugtakandi myndir, bæði úr veruleikanum og úr hugans heimi.
Skeiðið í myndaseyming verður sum sagt í Ribarhúsi í Fuglafirði, sum er eitt vælegnað stað til eitt tílíkt skeið í hugnaliga gamla pakkhúsinum, mettað við atmosferu har eisini handilin hjá heimavirkisfelagnum er beint við hondina.
Skeiðið sum verður frá 22. til og við 26. apríl frá kl. 9.00 til 17.00, er fyri øll, sum hava áhuga, men luttakaratalið er avmarkað, so skjótt má berast at, um tú ætlar tær við.
Fáið meira at vita á okkara heimasíðu www.ribarhus.com
Ella ring til Odvør tlf 444440/268690