Ímyndin av japanskum kvaliteti

Mazda eru komnir við rættiliga nógvum nýggjheitum seinastu tíðina. Tann allarnýggjasti er Mazda6, ið nú avloysir forgangarin við sama navni, sum fyrstu ferð kom á marknaðin í 2002 og er ímyndin av japanskum kvaliteti

Nýggi Mazda6 er eyðkendur av sportligum designi, sportligum koyrieginleikum eins og kvaliteti og trygd á høgum støði, umframt at hann eisini er umhvørvisvinarligur. Bilurin er konstrueraður eftir eini ávísari filosofi og við japanska orðinum »Kizuna« sum lyklaorð, sum í hesum føri merkir »optimalt samband millum førara og bil«.


Hetta merkist sjálvandi best við at koyra bilin, har allar funktiónir eru ergonomiskt rættar, soleiðis at bilførarin kann stýra tí mesta við báðum hondum á rattinum. Hetta letur seg gera, tí Mazda6 fæst við nýggju skipanini CF Net (Cross Functional Network), sum nærmast er ein kollvelting innan ergomomi í nútímans bilum. Við tummilfingrunum kann førarin lættliga stýra t.d. radio, fløguspælara, aircondition, navigatión og trippteljara.


At Mazda6 er longri og hevur størri aksilfrástøðu enn forgangarin gevur betri pláss og ger bilin til ein rúmligan 5-persónabil. Forgangarin er ein av best umtóktu bilum yvirhøvur, t.d. er Mazda6 árgang 2003 kosin »Årets Brugtbil 2007« í Danmark.


Hóast hesin nýggi er størri og rúmligar enn forgangarin, er hann lættari enn núverandi Mazda6. Hetta er eitt heilt nýtt konsept hjá Mazda at gera bilarnar lættari, sum ein liður í at brúka minni orku og harvið eisini eru munandi meira umhvørvisvinarligir.


Mazda6 er fult á hædd við bæði japansku og evropeisku kappingarneytarnir í allar mátar. Nógv er gjørt burtur úr kvalitetinum, sum merkist allan vegin ígjøgnum. Bilurin er sera væl ljóðdoyvdur og lættur at koyra við elektronisku servostýringini, sum er løtt, tá ferðin er lág og verður tyngri so hvørt ferðin veksur. Saman við góðu koyrieginleikunum, ger hetta Mazda6 til eina sera góða uppliving.