Myndir: Bátafestivalur á Toftum

Her eru nakrar myndir frá bátafestivalinum á Toftum í dag.

Tað var eitt frískt lágættarlot fyrrapartin í dag, tá bátarnir stevndu inn á Skálafjørð.

 

Tað var eisini eitt fitt lot og í løtum ælaveður, tá bátarnir byrjaðu at sigla úr Skálafirði og út á Toftir.

 

Men, tað var ongantíð soleiðis, at tað var beinleiðis illfýsið veður.

 

Ofta hevur bátafestivalurin, sum liggur fyrsta vikuskifti í mai, verið raktur av køldum høgættarveðri.

 

Men, soleiðis var ikki í dag. Í dag, meðan bátasiglingin var, var meira at kalla ælakent lágættarveður.

 

Ikki kalt, tíbetur.

 

Sum seinnaparturin leið á Toftum, gjørdist veðrið meira támut, men tað var lýtt og rættiliga gott stevnuveður.

 

Longu tíðliga seinnapartin var nógv fólk niðri á festivaløkinum, og hýrurin var góður.

 

##med2##

 

##med3##

 

##med4##

 

##med5##

 

##med6##

 

##med7##

 

##med8##

 

##med9##

 

##med10##

 

##med11##

 

##med12##

 

##med13##

 

##med14##

 

##med15##