Í dag kemur nýggja sesongin av The Last Kingdom út - sendirøðin, sum føroyska sangrinnan Eivør Pálsdóttir hevur gjørt tónleik til saman við skotska tónaskaldinum John Lunn.
Tað serliga við fyrsta partinum, sum verður at síggja í dag, er, at Eivør verður við sum gestaleikari. Eftir sum at hon hevur gjørt tónleikin, hevur hon fingið heiðurin at vera við sum týðandi statistur ímillum stríðsfólkini hjá "Bridu", sum sjónleikarinnan Emily Cox spælir.
Og Eivør sær sum vera man rættiliga kul út - hygg bara at myndunum her, sum hon hevur lagt út á sín facebook-vanga í dag.
– Hygg at byrjunarsenuni. Kanska tit síggja onkran, tit kenna! skrivar Eivør á Facebook, har hon gevur lagt hesar myndirnar út:
##med2##
Her stendur Eivør saman við stjørnuleikaranum úr sendirøðini, Emily Cox, ið spælir Brida.##med3##
##med4##
LES EISINI: Eivør sum gestaleikari í stórari sjónvarpsrøð