Ólavsøkudag var Løgtingið sett, og harvið byrjaði nýggja tingárið, sum verður tað seinasta hjá sitandi landsstýri. Tí í seinasta lagi á næstu ólavsøku, fer løgmaður at skriva út løgtingsval, sum skal haldast í seinasta lagi 31. august í 2023.
Sum siður er fara løgtingsfólk, landsstýrisfólk, prestar og onnur embætisfólk í skrúðgongu úr Løgtinginum oman í Havnar kirkju til gudstænastu, sum Havstein Klein helt hesaferð.
Eftir gudstænastuna fer skrúðgongan niðan aftur í Løgtingið, har fólkini í skrúðgonguni standa undir tinghúsinum, meðan sangurin fer fram á Tinghúsvøllinum. Hesaferð var tað Hans Iversen úr Kvívík, sum stjórnar kórinum við 200 sangarum.
Jens Kristian Vang tók myndirnar:
##med2##
##med3##
##med4##
##med5##
##med6##
##med7##
##med8##
##med9##