Í kvøld byrjaði Summar Festivalurin, sum í ár kann halda 20 ára jubileum.
Nógv fólk var á festivali hetta fyrsta kvøldið, og lagið var sera gott.
Á Vágsbø var stór føðingardagskonsert, har sangarar og tónleikarar feiraður fyrsti 20 árini hjá landsins størta tónleikatiltaki.
Í kvøld spældu eisini Maria Ronnisdóttir á Heygum, Son of Fortune, Finnur Koba, Danny Baldursson, Kim Hansen og Faustix.
Niðanfyri síggjast myndir, sum Jens Kristian Vang tók.