Myndir: Næmingaheimið hjá Ítróttaháskúlanum handað

Seinnapartin í gjár var lítil hátíðarløta á nýggja næmingaheiminum í Vági, sum er bygt til Ítróttahaskúlan í Suðuroynni.

Fyritøkan Norcon hevur staðið fyri arbeiðinum at byggja næmingaheimið, og fyritøkan er nú komin á mál, og kundi handa eigarunum, Bústøðum, bygningin.

Seinnapartin í gjár voru síðstu snøklarnir avgreiddir og vit vóru framvið við myndatólinum.

FAKTA:

Bústaðir er byggiharri, og Norcon í Vági stendur fyri byggingini av næmingabústaðinum.

Í næmingabústaðinum verða 24 kømur, sum eru ætlaði til tveir ella tríggjar næmingar, alt eftir hvør aldursbólkurin er. Harumframt verður eisini stórur matarsalur, arbeiðsrúm til næmingar, uppihaldsrúm, skrivstova, køkur o.s.fr.

Mayfinn Norðoy á Kontrast arkitektum, hevur teknað.

##med2##

##med3##

##med4##

##med5##

Hjalmar Magnussen er ein av monnunum í fyritøkuni Norcon, sum hevur staðið fyri byggingini av næmingaheiminum.

##med6##

##med7##

##med8##

##med9##

##med10##