- Roynd eins væl og óroynd royndu seg sum dypparar. Summi fingu bert stórutá á bláman, og onnur svumu nógvar metrar í kalda sjónum, sigur Marjun Danielsen, forkvinna í trivnaðarnevndini

Myndir: Rimmar vika við rørslu, hugna og undirhaldi

- Hetta hevur verið eitt serstakliga savnandi tiltak, sum stuðlar undir trivnað fyri allar borgarar í sóknini, sigur forkvinnan í trivnaðarnevndini í Kvívíkar kommunu

- Roynd eins væl og óroynd royndu seg sum dypparar. Summi fingu bert stórutá á bláman, og onnur svumu nógvar metrar í kalda sjónum, sigur Marjun Danielsen, forkvinna í trivnaðarnevndini

- Ein sera góð og væl fyriskipað vika er farin aftur um bak. Hellufossur hevur tikið stig til og staðið á odda fyri einari rimmar viku við rørslu, hugna og undirhaldi, sum hevur verið fyri alla familjuna – ung sum eldri.

 

Soleiðis skrivar Marjun Danielsen, forkvinna í trivnaðarnevndini í Kvívíkar kommunu á heimasíðuni hjá kommununi í dag, har eisini fleiri myndir kunnu síggjast frá ymsku tiltøkunum, sum verið hava.

 

- Skráin hevur verið serstakliga fjølbroytt og hevur veruliga havt allar aldursbólkar og ymiskleika í huga.

 

Marjun vísir á, at alskyns hugsandi tiltøk hava verið á skrá.

 

- Fyri at nevna nøkur teirra, so hevur svimjing verið fyri øll ættarlið - heilt frá pinkubørnum til eftirlønarfólk. Hugni og vælvera vóru væl vitjað, eins væl fleiri enn 100 fólk stríddust leygardagin við at svimja fyri sín býling ella bygd - og fyri at vinna heiðurin sum mest svimjandi øki.

 

Hon sigur, at roynd eins væl og óroynd royndu seg sum dypparar alla vikuna. Summi fingu bert stórutá á bláman, og onnur svumu nógvar metrar í kalda sjónum.   

 

Men, onnur rørsla enn bert svimjing hevur eisini verið á skránni.

 

- Eitt nú varð runnið/ gingið við Jónasi Isaksen á odda. Tá varð endað í Heinahyli ella Gamla svimjihyli, sum hann eisini verður nevndur. Nógv fólk savnaðust í kalda uttandura hylinum. 

 

Marjun Danielsen sigur, at stórt vatnkríggj eisini var Niðri í Urð, har børn og barnsligar sálir fingu karm. Nógv kavaðu á bláman og svumu í bátahylinum, og onnur royndu seg sum rógvarar við Junkaranum. 

 

- Sunnudagurin var seinasti dagurin á hesum sinni. Tá svumu nógvir av svimjarunum hjá Hellufossi í ein heilan tíma til frama fyri stuðul. Peningur skal til fyri at reka eitt væl drivið felag, sum Hellufossur er.   

 

Og forkvinnan í trivnaðarnevndini sigur víðari:

 

- At vit í Kvívíkar kommunu hava eitt so vælvirkandi og virkið felag er eldsálum fyri at takka. Nevndin við Sáru Midjord á odda er ótrúlig. Felagið er nærum spildurnýtt enn – bert hálvtannað ára gamalt.

 

Hon vísir á, at í Hellufossi arbeiða tey miðvíst og áhaldandi og seta sær mál, sum verða rokkin so hvørt, sum felagið fær fleiri og fleiri royndir.

 

- Nevndin er so ómetaliga dugnalig, ótroyttilig og treisk. Somuleiðis duga tey væl at fáa foreldur og avvarðandi virkin, og hesi eru fegin um at rætta eina hjálpandi hond. Slíkum eldsálum sum nevndini í Hellufossi hevur eitt hvørt bygdasamfelag veruliga tørv á.

 

Marjun Danielsen heldur, at uttan hesi fantastisku fólk hevði einki borið til.

 

- Hetta hevur verið eitt serstakliga savnandi tiltak, sum stuðlar undir trivnað fyri allar borgarar í sóknini. Stóra tøkk, tit ótrúligu fólk, sum hava skipað fyri. Vit vóna, at talan er um eitt afturvendandi tiltak, tí eg haldi meg vita, at fleiri longu gleða seg til næstu ferð, sigur forkvinnan í trivnaðarnevndini.

 

##med2##

 

##med3##

 

##med4##

 

##med5##

 

##med6##

 

- Roynd eins væl og óroynd royndu seg sum dypparar. Summi fingu bert stórutá á bláman, og onnur svumu nógvar metrar í kalda sjónum, sigur Marjun Danielsen, forkvinna í trivnaðarnevndini