Myndir: Sofus sýnir fram mitt í Keypmannahavn

Nógv fólk løgdu leiðina framvið Sct. Gertrud

Gongur tú í hesum døgum eftir Møntergade mitt í danska høvuðsstaðnum Keypmannahavn, sært tú kanska nakrar litríkar landslagsmálningar av føroyskum motivum standa í vindeyganum í gallarínum Sct. Gertruds.

 

Tað er føroyski listamaðurin Sofus D. Poulsen, ið sýnir fram har. 

 

Í gjár var fernisering, og nógv fólk vóru á gátt hjá Sofusi. 

 

Í nýggjasta Sosialinum var prát við Sofus, nakað áðrenn hesa framsýningina. Tá segði hann millum annað soleiðis, tá vit spurdu hann, hvørjum hann leggur seg eftir, tá hann málar.

 

– Eg geri mær ómak við, at málningarnir skulu vera so erligir og vakrir, uttan at teir verða alt ov penir.

 

Her eru nakrar myndir frá ferniseringini í gjár:

 

##med2##

 

– Málningarnir eru eitt slag av endurminningum. Eg royni at vera so fríur sum til ber, meðan eg uppbyggi málningin. Mátin, eg arbeiði uppá, er frá »myrkrinum« til »ljósið«.##med4##

 

##med3##

 

Her er Kurt Svendsen, ið hevur skipað fyri nógvum framsýningum við føroyskum listafólki gjøgnum árini.

 

##med5##

 

Hendan framsýningin endar í morgin 22. august.