Ein filipinskur drongur noyddist at biðja umheimin um umbering, eftir at hann hevði hongt ein lítlan hundahvølp upp á snór, sum myndirnar vísa. Fimm klemmur í skinnið á hundinum og so upp á snórin við honum.
Tá umheimurin gjørdist kunnugur við myndirnar, fóru sinnini í kók, og bólkar vórðu stovnaðir á Facebook til tess at mótmæla hendingini.
- Hetta er eitt álvarsamt brot á rættin hjá dýrum. Tað var boðskapurin, sum endaði á adressuni hjá filipinska dreinginum.
Tað var drongurin sjálvur, sum hevði lagt myndirnar av hundinum á snórinum út á Facebook. Í fyrstani, tá mótmælini byrjaðu at streyma inn, helt drongurin fyri, at hann kundi ikki verða meldaður fyri at hava "vaskað" hundin hjá sær.
Millum djóraverndarfelagsskapirnar, sum gjørdu vart við hendingina, var eitt nú PETA, sum kravdi, at málið verður kannað, og at ákærumyndugleikarnir á Filipinunum krevja dreingin fyri rættin.
- Hetta er ikki barnaspæl, men grov dýramishandling, segði umboð fyri PETA við AFP.
At enda noyddist filipinski drongurin at krúpa til krossin. Hann tók myndirnar av Facebook, bað um umbering og lovaði ongantíð at gera slíkt aftur.
- Eg vóni, at tit kunnu fyrigeva mær, og eg lovi, at eg ongantíð fari at gera slíkt aftur, skrivaði hann á sínum Facebook profili.