Myndirnar kunnu skjótt misnýtast

Tað gerst alsamt vanligari, at fólk leggja ónærisligar myndir av fyrrverandi parfeløgum út á internetið fyri at hevna seg.

- Hetta er eitt gott dømi um, hvussu vandamikil sosiala media er vorðið, sigur Linda Hesselberg, ákæri, um málið í Føroya rætti mánadagin, har ein ungur maður var ákærdur fyri at hava lagt eina nakinmynd av fyrrverandi damuni út á Facebook

 

Tað er vorðið alsamt vanligari hjá ungum fólkum at taka myndir av sær sjálvum og senda til vinir og kenningar og millum mest nýttu appurnar eru Snapchat og Instagram, hvørs einasta endamál er at taka myndir og vísa vinum tínum tær.

 

- Vandin er, at myndirnar verða nýttar í einum heilt øðrum samanhangi og til eitt heilt annað endamál enn upprunaliga ætlað, sigur Linda Hesselberg.

 

Les eisini Ørur kærleiki í Føroya rætti

 

Tað gerst alsamt vanligari, at fólk hevna seg inn á fyrrverandi parfelagar, við at leggja ónærisligar myndir, tey hava tikið ella fingið frá teimum, út á internetið. Vanliga verður hetta rópt hevndarporno, og Linda Hesselberg vísir á, at tað er revsivert at senda slíkar myndir víðari.

 

- Ungdómurin hugsar kanska ikki so nógv um tað, tá myndin verður tikin og send, men tað er skjótt, at myndin verður nýtt til annað endamál, sigur hon.

 

Linda Hesselberg vísir eisini á, at tá myndin er farin í umfar, er so gott sum ógjørligt at steðga henni.

- Tað ber altíð til at strika upprunaligu myndina, men trupulleikin er, at vit vita ikki, hvussu nógv hava goymt myndina ella tikið eina skíggjamynd (screenshot á enskum). Tí er so torført at tálma útbreiðsluni av eini mynd, sigur Linda Hesselberg ákæri.

 

Á borðinum hjá ákæruvaldinum liggur eitt líknandi mál. Í vár varð ein filmur deildur á Snapchat, av trimum ungum fólkum, undir 18 ár, ið høvdu samlegu. Í hesum føri var talan um at ein av teimum trimum hevði tikið film av teimum og deilt filmin á Snapchat. Onkur hevur síðani tikið eina upptøku av filminum og sent hendan víðari til sín vinaskara.

 

Enn er ikki greitt, um ákæra verður reist í hesum málinum.

 

Les meiri í Sosialinum, ið varð borðin út í hvørt heim í dag.