Ein av seinastu døgunum í mai í ár sendi Hummarafelagið eitt mótmælisskriv til Vinnumálaráðið og Heilsufrøðiligu Starvsstovuna. Mótmæli er stílað til avvarðandi myndugleikar, ið umsita útdeilan av aliøkjum á føroysku firðunum.
Í skrivinum mótmælir felagið – sera harðliga – allari aling, sum hevur snýkt seg so spakuliga inn á tær tilfeingisleiðir, sum hummaramenn fiska á.
- Hetta eru leiðir, sum vit hava fiskað hummara á – langt, áðrenn nøkur aling í Føroyum sá dagsins ljós, sigur felagið í mótmælisskrivinum.
Óluksáliga frekt
- Vit eru sera vónsviknir av, at myndugleikarnir – fet fyri fet – hava trokað okkum burtur av okkara tilfeingisleiðum orsakað av aling. Vit halda okkum hava rætt til hesi siðbundnu økir á hesum aldargomlu leiðum at fiska á.
Hummarafelagið vísir á, at limirnir í felagnum hava keypt loyvir, bát og reiðskap fyri nógvan pening, men kortini er felagið ikki eftirspurt, tá alingin hevur trokað seg inn á tilfeingisleiðirnar.
- Ei heldur hevur nakar bjóðað limum felagsins endurgjald fyri stóran miss, tá aling er farnir avstað við leiðunum. Vit halda, at hetta er óluksáliga frekt og fer út um lógarinnar mørk og moral. Felagið heldur, at landsstýrið, sum hevur ábyrgdina av útlutan av aliøkjum, ikki kann geva hummaramonnum hesi loyvi at fiska á – og so aftaná geva nøkrum øðrum somu økir til annað endamál. - Vit góðtaka yvirhøvur ikki, at landsstýrið loyvir øðrum at brúka somu økir sum vit. Lagt verður aftrat, at teir, sum fiska hummara, hava fingið hesi loyvi frá Fiskimálaráðnum á hvørjum ári síðan 1982/1983.
Felagið sigur, at fyri 1982 varð hummari fiskaður á somu økjum, men tá var ikki neyðugt við fiskiloyvi til rúsuveiði.
- Leggjast kann aftrat, at longri afturi í tíðini hevur eisini verið trolað eftir hummara á somu leiðum, sigur Hummarafelagið.
Krevja endurgjald
Í mótmælisskrivinum til Vinnumálaráðið og Heilsufrøðiligu Starvsstovuna krevur felagið, at øll aling skal fara út av siðbundnu tilfeingisleiðunum hjá hummaramonnum beinanvegin.
- Vit krevja eisini endurgjald fyri øll tap vegna limir okkara, sum hesir hava havt fram til dagin í dag, eins og vit krevja endurgjald fyri mistar veiðimøguleikar orsakað av aling í komandi tíðum.
Felagið vísir á, at hummaraleiðirnar fevna um Tangafjørð, Kollafjørð, Kalbaksfjørð, Skálafjørð, Sundalagið sunnanfyri og norðanfyri Streymin, Sørvágsfjørð, Funningsfjørð, Haraldsund, Hvannasund, Árnafjørð og Borðoyarvík.
- Okkara fiskileiðir eru fyri tað mesta frá 30 metra dýpi og djúpari. Inni á botni á summum firðum kann hummari tó vera inn á 20 metra dýpi. Hummari kann soleiðis vera allastaðni, har mórubotnur er.
Hummarafelagið ætlar sær leypandi at kortleggja allar hummaraleiðir nágreiniliga.
- Avvarðandi myndugleikar koma at fáa eitt avrit av hesum leiðum so hvørt, sum tær eru gjørdar saman við staðkendum á økinum. Vilja hoyrast
At enda í mótmælisskrivinum sigur felagið, at teir vilja verða hoyrdir og tiknir við upp á ráð hvørja ferð, tá nýggj aliøkir verða útskrivað – ella, tá gomlu aliøkir verða endurnýggjað, so hesi ikki koma at liggja óneyðugt á leiðum, har hummari verður veiddur.
- Vit meta, at tað er ríkligt av plássi til aling uttan fyri okkara fiskileiðir. Hummarafelagið sigur seg eisini krevja fund við avvarðandi landsstýrismann ella avvarðandi myndugleikar sum útskriva aliloyvir, og felagið ynskir í mótmælisskrivinum, at hesin fundur verður skjótast gjørligt.
- Um einki skilagott kemur burtur úr hesum skrivi heilt skjótt, fara vit víðari við málinum, sigur Hummarafelgið, sum eisini hevði limafund í Streymnesi herfyri. Men hóast hesa áheitan á Vinnumálaráðið og Heilsufrøðiligu Starvsstovuna í endnum av mai í ár, hevur felagið einki frætt aftur.