Myrk skýggj - vantandi loysnir

Oddagrein

Ólavsøkurøðan hjá løgmanni staðfestir,

-at búskaparligi vøksturin er steðgaður,
-at stóri vøksturin bruttotjóðarúrtøkuni er avhæsaður,
-at eingin vøkstur er í útflutningi,
-at lutfalsliga størri partur av útflutninginum er óvirkaður fiskur,
-at lønarútgjaldingarnar í høvuðsvinnuni eru minkaður
-og at alivinnan er í stórari kreppu o.s.fr.

Hetta tyssi av minni ja-ligum staðfestingum vísir, at búskaparútlitini eru alt annað enn bjørt. Tí hevði tað verið upp á sítt pláss, at løgmaður brúkti ein størri part av meta um avleiðingarnar av verandi gongd, og koma við boðum ella uppskotum um, hvørji tiltøk skulu gerast fyri at byrgja fyri einum búskaparligum hóttafalli.

Tá fíggjarlógaruppskotið varð umrøtt um ársskiftið fekk almenningurin boð um, at útreiðslurnar á fíggjarlógini skulu skerjast eitt prosent. Um tað er nóg mikið til at forða fyri eini búskaparligari afturgongd, er ilt at siga, men fáar ítøkiligar sparingar eru nevndar í ólavsøkurøðuni hjá løgmanni. Tó verður lopið upp um, har garðurin er lágur: telefonfrádrátturin hjá langfarafiskimonnunum skal strikast!

Tað er einki at ivast í samfelagsinntøkan fer at lækka, nú rækju- og alivinnan eru í kreppu við teimum avleiðingum, at fólk missa arbeiði og at útflutningurin fer at minka. Men vinnan skal ikki stuðlast, heldur ikki við tíðaravmarkaðum kreppuloysnum, er landsstýrið samt um.

Harafturat er landsstýrið samt um, at sjálvstýristilgongdin skal halda fram. Tó skal tilgongdin nú verða meira ella minni eftir einum heimastýrisleisti, sum ein landsstýrismaðurin hjá Fólkaflokkinum mælti til fyri meira enn einum ári síðani!!!

Afturímóti verður neyvan lætt at finna semju um at orða trygdarpolitikk, so Føroya gerast meiri virknar á trygdarpolitiska økinum, sum løgmaður boðaði frá. Fólkaflokkurin vil hava eina nýggja samtykt ístaðin fyri gomlu hernaðarsamtyktirnar. Men tað kann Tjóðveldisflokkurin neyvan taka undir við, tí hernaðarmálið er ein partur av samleika Tjóðveldisflokksins.

Ífjør boðaði løgmaður frá, at aðalorðaskifti skuldi vera um trygdarpolitisku støðuna í vár, og tá skuldi ein nýggj samtykt gerast. Einki er tó hent enn. Men í ár skal tað verða, boðaði løgmaður frá, men hesum munnu mong ivast í, hóast tey óivað taka undir við orðum løgmans, at tað hevur alstóran týdning, at Føroyar hava eina felags støðu í hesum máli.