Flakaknívarnir skera aftur í Klaksvík. Fólk í hvítum húgvum og kitlum eru aftur at síggja á gólvinum á virkinum. Óljóðið av maskinunum er aftur at hoyra, og tað síggja ikki út til at vera trupulleikar, hóast maskinurnar hava staðið stillar í næstan eitt ár.
Kósin er latin upp og umleið 50 fólk eru farin til arbeiðis.
Fyri einum ári síðani fór grundarlagið undan virkinum, tá trolararnir, sum landaðu til virkið fóru av knóranum. Hetta hevði við sær, at virkið seinni fór, hóast tað kanska longu var á veg.
Fyri tíð síðan gjørdist greitt, at Hanus Hansen, stjóri á JFK, sum fyrr hevur átt í virkinum, arbeiddi við at lata virkið upp aftur.
Í dag lat virkið upp, og Hanus Hansen er fegin og hevur góðar vónir.
– Tað er ein góð kensla. Vit hava glett okkum í fleiri mánaðir, og Klaksvíkin má hava hetta arbeiðsplássið, sigur Hanus Hansen.
Hann leggur afturat, at seinast teir vóru í virkinum gekk rímiliga væl, og málið er at koma aftur á tað støðið.
– Tá vit høvdu Kósina vóru eini 400 fólk í miðal sum fingu løn. Tað vóru eini 180 ársverk og tað er málið. Men tað verður ikki beinanvegin. Vit hava verið á botni, og aftaná ring ár eru ofta góð ár, og tað vóna vit, at tað verður, greiðir Hanus Hansen frá
Gott útgangstøði
Hanus Hansen heldur somuleiðis, at virkið hevur eitt gott útgangsstøði.
– Virkið hevur ikki nógva skuld, og vit byrja á botni, so eg meti, at vit hava eitt gott útgagnsstøði. Men vit eru ikki nógv øðrvísi enn nógv onnur, og vit halda, at uppleggið hjá okkum er tað rætta, og gongur tað ikki, so gera vit okkurt annað, sigur stjórin.
Rávøru úr nógvum støðum
Til at fáa nóg mikið av rávøru til Kósina, so hevur virkið gjørt avtalur við P/F Christian í Grótinum og Christophersen í Vestmanna um tvey pør av partrolarum, umframt aðrar møguleikar.
– Aker, sum vit hava havt nógv samstarv við, fiskar nógvan upsa við Føroyar, og honum fara vit at royna eftir. Tað er eisini altíð komin nógv hýsa og nógvur toskur upp á land í Klaksvík, so vit fara eisini at royna eftir tí fiskinum, og so fara vit eisini eftir onkrum lastum frá Fram og Vestmenningi, sigur Hanus Hansen, sum leggur dent á, at virkið fer at hava kappingarførar prísir.
Boðini komu ov tíðliga
Fyri tíð síðan kom fram, at virkið skuldi lata upp um tvær til tríggjar vikur, men tað hevur tikið longri tíð enn tað.
– Tað kom ov tíðliga út, at tað skuldi opna. Men eg vil altíð hava tingini at ganga skjótari, enn tað er realistiskt, og tað hevur verið strævið at skulu siga tað sama, men nú eru vit her, og vit eru glaðir fyri at vera komnir her til, sigur Hanus Hansen.
Hann fegnast somuleiðis, at tað altíð hevur borið til at fáa fólk til virkið, og hann ivast heldur ikki í, at tað í komandi tíðum fer at bera til at fáa fólk at arbeiða á virkinum.