Nú bróta vit upp um armar

Nú fyrsta vónbrotið av dóminum í málinum hjá Tony Paris móti KÍ hevur lagt seg, og nevndin í felagnum hevur havt fund, er bjartskygni við at vinna fótafestið aftur í Klaksvík

Tað var ein sera vónbrotin formaður fyri KÍ, sum í gjár eftir dómin í Føroya Rætti í sakarmálinum hjá Tony Paris móti Klaksvíkar Ítróttafelag úttalaði seg til miðlarnar. Men nú avgerðin er samdøgur gomul hevur vónbrotið lagt seg, og formaður og nevnd hava nú valt at hyggja fram eftir.
- Vit viðgjørdu dómin á fundi í gjár og settu okkum betur inn í grundgevingarnar. Tað er nakað liðið síðani dómurin fall, og vit kundu viðgera málið í einum eitt sindur øðrvísi ljósi, sigur Tummas Lervig, formaður í KÍ.
Serliga var tað upphæddin, sum KÍ er dømt at rinda, sum fekk umrøðu. Gingið vart tó ikki í smálutir, og felagið hevði valt ikki at hava sakførara sín, Jógvan Elias Winther Poulsen við á fundinum.
- Nei, tað var bara nevndin, sum var á fundi, og í stuttum stungu vit út í kortið hvat tað er, ið vit nú fara at gera, sigur Tummas Lervig.
Og tað, sum nú liggur í kortunum er at tosa við baklandið hjá felagnum.
- Tað er serliga teir partar, sum vóru við í hesum málinum frá byrjan av, og tað fara vit so at taka við í tann juridiska partin. Finna út av, hvat er rættast hjá okkum at gera, sigur Tummas Lervig.

Sigur fyri KÍ
Sum nevnt var formaðurin sera vónbrotin av peningaupphæddini, sum felagið skal rinda í endurgjaldskravi, men nú hevur dómurin so fingið tíð at sorna.
- Ja, eg var sera vónbrotin í gjár út frá tí, at eg hevði roknað við, at felagið heilt varð frífunnið. Men venda vit tí hinvegin so kunnu vit siga, at vit í veruleikanum hava vunnið málið, tí dómurin endaði við einari upphædd, sum er væl niðanfyri helvtina av kravinum hjá Tony Paris, sigur Tummas Lervig.
Hann viðgongur tó, at tað framvegis eru nógvir pengar, sum felagið skal útvega. Hinvegin heldur hann ikki, at »worst case scenario«, nevniliga at felagið pakkar saman og síðani byrjar aftur í fimtu deild, er aktuelt í dag.
- Fyrsta reaktiónin var tað, sum var rætt í gjár, men veruleikin er, at KÍ er so ómetaliga stórt, bæði innan vaksnu og yngru deildirnar, og bæði innan fótbólt og hondbólt. Felagið er so ómetaliga nógv, og tað er tað, vit mugu taka støðu út frá, sigur Tummas Lervig.
KÍ er Klaksvík, og tað eru mong í Klaksvík, sum identifisera seg við KÍ, eins og KÍ identifiserar seg við Klaksvík, og nú verður so hugt frameftir.
- Vit fara at seta okkum í samband við okkara bakland, líka gjarna í dag sum í morgin, og so taka vit tað harfrá, sigur Tummas Lervig, formaður í KÍ.