Hetta er trettanda árið, at súkklarar bjóða hvørjum øðrum av í harðastu føroysku súkklukappingini, ið hesa ferð merkir, at súkklast skulu umleið 325 kilometrar í fýra dagar í Eysturoy, Sandoy, Suðuroy og Streymoy. Tann stóra finalan verður í Havnini sunnudagin, tá longsti teinurin endar við nøkrum umførum inni í Havnini.
Hesa ferð hava 20 súkklarar meldað seg til Statoil Kring Føroyar, 18 mannfólk og tvey konufólk. Umframt sjálva høvuðskappingina eru eisini tvær kappingar í kappingini, sum venda sær til ávikavist unglingar og so teir eldru súkklararnar. Luttøkan er heldur minni, enn hon hevur verið tey seinnu árini, men talan er um sterkar súkklarar, so helst verður tað so mikið hendingarríkari.
At hetta er seinasta árið, at kappingin er fyri einstaklingar, ger tað bara uppaftur meira spennandi, tí í framtíðini verður kappingin skipað sum liðkapping, og tá eru tað liðini, ið vinna, og ikki einstaklingarnir. Sum skilst, eru súkklararnir sera spentir at kappast um, hvør skal eiga heiðurin sum seinasti einstaklingur at vinna Statoil Kring Føroyar.
Fleiri eru um boðið
Síðstu árini hevur íslendingurin Hafsteinn Ægir Geirsson vunnið kappingina, og hann er eisini við hesa ferð. Men hann kann vænta sær harða kapping frá tí unga Torkil Veyhe úr Havn, sum í fjør gav Hafsteinni ein skarpan gang, og spurningurin er eisini, um eitt nú Gunnar Dahl-Olsen ella aðrir kunnu gera ein vørr. Her eru fleiri, ið vilja nakað, og so sæst, hvussu langt tað røkkur hjá teimum.
Geyr Gilsteinsson er kappingarleiðari, og bæði hann og hjálparfólkini hava hesa ferð fingið góðar bilar at koyra í, tí Ford hevur stuðlað kappingini við bilum til allar fýra kappingardagarnar, so talan er um nakað, ið minnir ikki sørt um Tour de France, sum somuleiðis er í gongd í hesum døgum.
Somuleiðis er Statoil, sum trúliga hevur verið við í mong ár, enn eina ferð høvuðsstuðul, umframt at syrgja fyri bestu umstøðum, tá teir troyttu og moyru súkklararnir koma á mál eftir lokna kapping hvønn av hesum fýra døgunum.
Yvirhøvur hevur Statoil Kring Føroyar hesi mongu árini verið ein kapping, ið hevur vakt ans, og hon er uttan nakran sum helst iva tann harðasta súkklukappingin, sum er í Føroyum. Súkklararnir hava bert náttina og fyrrapartin til hvíld, áðrenn tørnað verður til hvønn dagin, so hetta er hart og krevur, at súkklararnir eru væl fyri, skulu teir megna at gjøgnumføra teir umleið 325 kilometrarnar.
Fýra dagar hesa ferð
Upprunaliga var ætlanin, at súkklarar skuldu koma úr Hetlandi, men av tí at ein onnur kapping kom í vegin hjá teimum, varð tað av ongum. Tá avboðið kom, var longu gjørt av, at í ár skuldi kappingin bert fevna um fýra dagar, og hetta verður so hildið fast við, og tí er vanligi prologurin í Klaksvík ikki við hesa ferð.
Í staðin verður lagt fyri við Eysturoynni, har teinurin er umleið 100 kilometrar. Hesa ferð verður tó byrjað í Hósvík og síðani súkklað um Eiðisskarð, til Oyndarfjarðar og víðari til Leirvíkar og síðani til Runavíkar, har koyrt verður eina ferð runt Agnið, áðrenn komið verður á mál við Statoil-støðina á Glyvrum. Fjallaspurtir eru um Eiðisskarð og Gøtueiði, sum eisini eru kappingar í kappingini.
Fríggjadagin verður hildið fram við einkultsstarti á Sandi, har teinurin er 27 kilometrar, sum verður súkklað millum bygdina og Traðardal. Og síðani verður leygardagin farið til Suðoyar, har 77 kilometrar skulu súkklast frá Tvøroyri til Fámjins, síðani til Sumbiar og aftur til Vágs, har málið er við Statoil-støðina. Eisini í Suðuroynni eru tveir fjallaspurtir, sum eru á Fámjinsskarði og Hestinum.
At enda verða so súkklaðir 120 kilometrar í Streymoy, sum byrja í Tjørnuvík og halda fram til Saksun og so víðari til Havnar, har súklararnir fyrst skulu til Gomlurætt, áðrenn teir at enda koma til Havnar aftur, koyra tríggjar ferðir runt í býnum og síðani koma á mál í Gundadali. Fjallaspurtirnir seinasta dagin eru á Oyggjarvegnum og Velbastaðhálsi.
Myndatekstur:
Hetta er trettanda árið, at súkklarar bjóða hvørjum øðrum av í harðastu føroysku súkklukappingini
Savnsmynd