Randi í Jógvanstovu
Og tað hart eisini. Tað, at Jørgen Niclasen kemur út úr skápinum og sigur, at vit eiga at áleggja vinnuni skatt í samband við sølu av skipum við fiskiloyvum, er vindandi galið. Ein fólkafloksmaður sum hann sigur einans hetta, um hann sær eitthvørt slag av vinningi fyri framman.
Og tann optimali vinngurin vil í hesum føri vera ein lóggáva sum ger tað lógligt, at teir, ið hava fingið fiskiloyvini, eisini sambært lóg eiga hesi loyvini. Tey verða sostatt eisini ogn føroya fólks.
Tá so landsins mynduleikar ynskja at regulera í fiskiskapinum við at draga inn aftur loyvir ella á annan hátt stýra fiskiskapinum, kanska orsakað av ovfisking ella øðrum, koma risastór endurgjaldskrøv frá hesum, sum jú eiga fiskiloyvini.
Hesi fiskiloyvini, sum teir fingu fyri einki skulu teir nú hava endurgjald fyri bæði tví og trýfalt.
Nei nú má vend koma í. Fiskiloyvini eiga at fylgja skipunum, ið hava biðið um og fingið tey. Tá skipini ikki longur gera nýtslu av loyvunum, skulu hesi latast innaftur. Sjálvsagt skal eitthvørt avgjald ella ein tilfeingisrenta av einumhvørjum slagi leggjast á tann, ið fær loyvini. Hetta er ikki meira enn rímiligt.
Hetta óskilið hevur valdað alt ov leingi, nú má skil fáast á.