Nú er aftur dýrari at búgva í Føroyum

Fyri fyrstu ferð trý ár eru prísirnir í Føroyum hækkaðir

Hetta síðsta árið er tað vorðið 0,9 prosent dýrari at búgva í Føroyum. Tað sæst í nýggjastu uppgerðini hjá Hagstovuni yvir prísgongdina í Føroyum

 

Hagstovan sigur, at fjórða ársfjórðing í fjør var prístalið 117,3 samanborið við 116,4 í sama ársfjórðing í 2015 og sostatt eru prísirnir hækkaði 0,9 prosent

 

Hetta er fyrstu ferð síðan fyrsta ársfjórðing í 2013, at prísirnir í einum árið eru hækkaðir, sigur Hagstovan.

 

Hesi  seinastu sløku fýra árini frammanundan hava prísirnir antin staðið í stað, ella eru teir lækkaði tvey prosent.

Seinasta árið eru mestsum allir vørubólkar dýrkaðir. Størsta príshækkingin hevur verið í bólkunum klædnavørur og fótbúnaður, sum eru 1,8 prosent, hotel og matstovur eru 1,7 prosent dýrari, og rúsdrekka og tubbak eru dýrkað 1,4 prosent.

Samstundis eru matvøruprísirnir farnir 1,1 prosent upp seinasta árið.