Nú er B36 hótt av HB

Setningurin hjá Víkingi er at endurvinna næstfremsta plássið og harvið varðveita stóra trýstið á KÍ

Málið hjá Víkingi er at vinna fyrsta FM heitið, og hjá B36 er tað at halda tørn um europeiska plássið. Tí er tað avgerandi at vinna fulla úrtøku í ólavsøkudystinum seinnapartin. Víkingur er fýra stig aftanfyri oddaliðið KÍ, og B36 er fimm stig aftanfyri Víking.

 

-Vit fegnast um tepra sigurin í Trongisvági. Gongdin minti okkum á, at vit megna als ikki somu úrtøku úr uppløgdum málmøguleikum, sum vit hava megnað undanfarin ár. Ímóti Víkingi er tað alneyðugt, at vit taka av, tá ið møguleikarnir eru har, sigur Jákup á Borg, hjálparvenjarin hjá B36, sum er tøkur aftur, eftir at hann var skaddur síðsta sunnudag.

-Vit trívast í stórdystum, og tá ið Víkingur trívist væl í Gundadali, so er lagt upp til undirhald ólavsøkudag, væntar Jákup á Borg.

Stríðsmaðurin Odmar Færø er burturstaddur, og málverjin Tórður Thomsen er skaddur. Ímóti TB vardi Trygvi Askham B36 málið.

Í gjárkvøldið vann HB 1-0 á ÍF. Sigurin bar við sær, at HB fyri fyrstsu ferð síðani sjeynda umfar er frammanfyri B36 á støðutalvuni. HB hevur 31 stig, og B36 hevur undan dagsins dysti 29 stig.

 

Hjá víkingunum kom tað væl við, at tað longu í fyrra hálvleiki eydnaðist at tryggja sær 3-0 sigurin á AB:

-Tíðliga í seinna hálvleiki vórðu bæði Hans Jørgen Djurhuus og Sorin Anghel skiftir út. Harvið vera teir betri fyri ímóti B36, og tað hevur stóran týdning, sigur landsliðsspælarin Sølvi Vatnhamar, sum nú er á framrættaðum miðvallarplássi og skoraði eitt mál ímóti AB.

Allir Víkinga spælararnir eru tøkir.

-Vit eru manningarliga betri fyri, enn vit hava verið fyrr í ár, og vit kalkulera avgjørt við møguleikanum, at tað skal bera til at vinna fulla úrtøku á ólavsøku, sigur Sølvi Vatnhamar.

B36-Víkingur: Dagfinn Forná kl. 16.00.