Premier League
Chelsea fekk leygardagin steypið handa heima á Stamford Bridge. Tá hetta var seinasti heimadystur hjá meistarunum, fór steypahandanin fram á triðseinasta leikdegi hjá Chelsea. Hetta var næsta meistaraheitið í søgu felagsins. Tað síðsta kom fyri júst fimmti árum síðani í 1955.
Chelsea møtti Charlton, og heimaliðið vann ein tepran 1-0 sigur við einum brotssparki í seinasta minutti. Claude Makelele fekk heiðurin at taka sær av tí.
Hóast meistaraheitið longu er fingið heim, stillaði Chelsea upp við einum sterkum liði, og teir vildu allarhelst enda við einum sigri á heimavølli.
Men tað gekst ikki væl í hond hendan dystin. Charlton stríddist væl og vildi óivað vinna meistaraliðnum neisir, nú teir skuldu fáa steypið handað. Men tað eydnaðist Chelsea at knógva Charlton í evstu løtu.
Verjan lykilin
Mourinho hevur bygt sítt lið uppá eina krútsterka verju. Bert trettan mál er skotin ímóti Chelsea í teimum 37 dystunum higartil. Til samanberingar kann nevnast, at næstbestu verjuna eigur Manchester United, har 22 mál er farin ígjøgnum.
Í 25 dystum hevur Chelsea verjan hildið málið reint, og hetta man vera eindømi.
Nakrir leikarar hava meir enn aðrir lagt lunnar undir hendan Chelsea sigurin. Og um vit skulu nevna nakrar koma vit ikki uttanum John Terry í verjuni og Frank Lampard á miðvøllinum.
Terry varð kosin ársins leikari av sínum viðleikarum í Premier League, og hann hevur spælt allar dystirnar hjá liðnum í ár.
Lampard fekk sama heiðurin, tá ítróttarjournalistarnir valdu ársins leikara. Hóast hann er miðvallari er hann toppskjútti hjá liðnum í landskappingini við tólv málum.
Arsenal fekk annaðplássið
Arsenal tryggjaði sær sunnudagin annaðplássið frammanfyri Manchester United, ið nú bert hevur ein teoretiskan møguleika at vinna Arsenal innaftur.
Arsenal vann 3-1 á heimavølli ímóti Liverpool, sum endaliga spældi sær av við møguleikan at luttaka í Champions League komandi ár, tí einki bendir á, at vinnarin av Champions League sleppur at verja heitið, um tað skuldi verið Liverpool, sum vinnur.
Arsenal var einaráðandi fyri steðgin og kom framum við málum frá Pires og Reyes. Eftir steðgin svaraði Liverpool aftur við máli frá Gerrard, men móti endanum sló Fabregas sigurin fastan.
Manchester United hevur elt Arsenal, men leygardagin megnaðu teir bert at fáa javnleik á heimavølli móti botnliðnum West Bromwich Albion, ið hevur fyrrverandi United kempuna Bryan Robson við stýrisvølin.
Giggs legði United framum, og líkt var til ein tryggan United sigur. Men miðskeiðis í seinna hálvleiki javnaði Robert Earnshaw við brotssparki, og 1-1 gjørdist endaliga úrslitið. United byrjaði ikki við sterkastu manning, og tað kostaði teimum møguliga sigurin. Nú verður óivað fokuserað uppá FA Cup finaluna ímóti Arsenal.
Everton vann leygardagin ein tryggan 2-0 sigur á Newcastle. Verjuleikarin David Weir og Tim Cahill skutu málini hjá Everton, sum nú kann gleða seg til Champions League fótbólt komandi ár, um teir væl at merkja vinna í kvalifikatións-umfarinum.
Harður bardagi í botninum
Botnstríðið hevur verið óvanliga hart í ár. Øll tey fýra niðastu liðini hava framvegis eina vón um, at tey kunnu lívbjarga sær. Men trý teirra skulu undir øllum umstøðum ta tungu leið niður í næstbestu deildina.
Tvey teirra møttust leygardagin á Selhurst Park, har Crystal Palace tók ímóti Southampton. Dysturin endaði 2-2, og tað var ikki fyrr inni í eykatíðini, at Southampton fekk útjavnandi málið.
Fitz Hall hevði annars lagt Crystal Palace framum í fyrra hálvleiki, men Peter Crouch javnaði stutt eftir.
Dysturin varð sera hart leiktur, og eftir steðgin fingu tveir leikarar reytt kort. Gonzalo Sorondo hjá Crystal Palace og Peter Crouch hjá Southampton vórðu riknir av vølli eftir ein samanbrest teirra millum.
Í seinasta umfarinum, sum verður sunnudagin, skal Southampton møta Manchester United á heimavølli, meðan Crystal Palace skal á vitjan hjá Charlton.
Fjórða botnliðið er Norwich, sum leygardagi vann 1-0 á heimavølli ímóti Birmingham. Einasta málið í dystinum skoraði Dean Ashton frá brotssparksblettinum.
Norwich liggur nú fjórniðast og omanfyri niðurflytingarstrikuna. Norwich skal í seinasta dystinum spæla ímóti Fulham á útivølli og við einum sigri eru teir tryggir.
Middlesbrough í UEFA
Í kappingini um tað seinasta UEFA-Cup plássið liggur Middlesbrough væl fyri eftir 1-0 sigurin á Tottenham. Miðvallarin George Boateng fekk einasta málið eftir tíggju minuttir.
Hetta var ein dyggur smeitur hjá Spurs, sum fegnir vildu sloppið við í UEFA Cup komandi kappingarár. Nú skal Middlesbrough bert hava ein javnleik í seinasta dystinum á útivølli ímóti Manchester City fyri at tryggja sær sjeynda pláss, sum gevur atgongd til UEFA Cup. City kann tó við einum sigri á Middlesbrough stjala plássið á seinasta leikdegi.
Hini bæði liðini í UEFA Cup eru Liverpool og Bolton, ið eru á ávikavist fimta og sætta plássi.
Nú er eisini greitt, at Sunderland og Wigan Athletic skulu spæla í Premier League komandi kappingarár. Tað seinasta plássið verður funnið eftir play-off dystirnar, har Ipswich, Derby, Preston og West Ham skulu dystast.