Nú er fast

Tey tóku tað í álvara á Ellisheiminum í Vágum. Tað kongaliga brúdleypið. Flaggið í húnar hátt og fólk í pussinum savnaðist í samkomuhøllini, har tey sum undir lestri sótu og fylgdu gongdini á stórskíggja. Tá so ringarnir vóru komnir á fingrarnar á brúðarparinum, lætnaði spenningurin eitt sindur, tí nú var fast

Tað var stórhending hjá búfólkunum á Ellis- og avlamisheiminum í Miðvági, at krúnprinsurin og Mary Donaldson vórðu gift. Tey vóru savnað um stórt kaffiborð í samkomuhøllini, har tey á stórskíggja fylgdu brúdleypinum frá klokkan tvey og langt út á seinnapartin. Men einki var endaligt, fyrr enn ringarnir vóru komnir upp á pláss. Tá var fast.
Tey fylgdu ikki bara við í sjónvarpi. Nei, tey VÓRU við í brúdleypinum. Eigin ivi um tað. Hetta var alvorligt.
Tað er ikki á hvørjum degi, at slíkt hendir, hóast onkur var, sum mintist, tá abbin og omman, Fríðrikur IX og Ingrid, vórðu gift, fyri ikki at tala um foreldrini, Margrethu og Heindrik.
?Tað er so stutt síðan sum í gjár. Tað er einki at snakka um.
Jú, tey luttóku. Byrjaðu við at syngja fyrsta ørindi úr kenda brúðarsálminum, »So hugnaligt og so fagurt er«. Á føroyskum. Og tá hann so varð sungin aftur í kirkjuni á donskum, var onkur, sum tók blaðið fram aftur og sang við.
Starvsfólkið á heiminum hevði gjørt nógv burtur úr degnum, sum byrjaði við einum góðum døgurða á middegi, har pyntað varð sum til brúdleyps. Bæði veggir og borð vóru skrýdd, sum skuldi brúðarparið komið á vitjan.
Síðan varð farið niður undir í samkomuhøllina, har tað stóra ballið var. Stórt kaffiborð við lagkøkum og øðrum køkum aftuvið. Onkur avvarðandi var eisini stokkin inn á gólvið at fylgja við hesi hátíðarløtu.
Og so sótu tey har øll og gjørdu viðmerkingar til hendan og handan. Kendu fleiri. Bæði kongalig og onnur, sum sóust á stórskíggjanum.
Onkur hevði hug at tára soleiðis av og á. Hetta var heilt hátíðaligt, og týdningarmikið eisini. Spenningurin vaks, so hvørt nærkaðist tíðini, at brúðurin skuldi koma í kirkju. Og tá brúðgómurin stóð og andaði djúpt, og eyguni ikki kláraðu at rúma vætuni, tá stóð nógv á hjá summum, sum komin vóru í brúdleyp í Miðvági.
Men allur spenningurin varð forloystur, tá biskupur var liðugur við sína vígslu, og ringarnir vóru ásettir. Tá helt onkur av búfólkunum bæði hart og hjartaliga fyri, at:
»Nú er fast«.
Og so var bara veitsla eftir. Alt tað álvarsliga var avgreitt í øllum góðum, og so var bara eftir at gleðast saman við teimum báðum, sum í opnum vogni koyrdu gjøgnum gøturnar í Keypmannahavn.
»Áh, hvat eru tey ikki fitt. Áh so »yndig« hon er«, tosaðu tey og høvdu tað sum í brúdleypi. Gleddu seg, til donsku vikubløðni fara at koma aftur. So verður lisið, klipt út og hongt á veggin. Tað var eingin ivi um tað.